Um tíggju dagar bresta Danmark og Føroyar saman í Parkini í næstseinasta umfari í HM-undankappingarbólki F hjá UEFA.
Tá liðini hittust á Tórsvølli 4. september vóru Føroyar ógvuliga nær við at skelka fótbóltsheimin. Tá ein tími varð leiktur høvdu okkara ein stóran tvífaldan málmøguleika, og málið hjá Teiti Gestssyni varð hildið reint í 84 minuttir.
Kasper Schmeichel helt málið reint á Tórsvølli, men tað var um reppið, at tað ikki eydnaðist. Meinhard Egilsson Olsen verður møguleika við í føroyska hópinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Tað er ikki eydnast nøkrum at fáa stig frá Danmark í teimum fyrstu átta umførunum - ei heldur at skora nakað mál móti Kasper Schmeichel. Føroyar fáa ein møguleika afturt í næstu viku.
Í gjár tók Håkan Ericson hópin út til dystirnar í Danmark og Ísrael - í dag hevur Kasper Hjulmand úttikið danska hópin til seinasta heimadystin og dystin í Skotlandi, har "arbeiði skal gerast liðugt"
Danski hópurin
Málverjar:
Kasper Schmeichel (Leicester)
Frederik Rønnow (Union Berlin)
Peter Vindahl Jensen (AZ Alkmaar)
Miðverjar:
Simon Kjær (AC Milan)
Andreas Christensen (Chelsea)
Jannik Vestergaard (Leicester)
Joachim Andersen (Crystal Palace)
Bakkar/Vongbakkar:
Jens Stryger Larsen (Udinese)
Daniel Wass (Valencia)
Joakim Mæhle (Atalanta)
Ramus Nissen (Salzburg)
Miðvallarar:
Pierre-Emile Højbjerg (Tottenham)
Thomas Delaney (Dortmund)
Christian Nørgaard (Brentford)
Mathias Jensen (Brentford)
Jens Jønsson (Cádiz)
Áleyparar og kantar:
Yussuf Yurary Poulsen (RB Leipzig)
Andreas Skov Olsen (Bologna)
Jonas Wind (FCK)
Mohamed Daramy (Ajax)
Andreas Cornelius (Trabzonspor)
Robert Skov (Hoffenheim)
Jacob Bruun Larsen (Hoffenheim)
Stórar broytingar eru ikki, í mun til hvussu hópurin hevur sæð út í heyst og til EM-endaspælið í summar. Tó manglar skaddi Martin Braithwaite framvegis, og Mikkel Damsgaard og Kasper Dolberg eru ikki við vegna ávíkavist skaða/sjúku og av persónligum ávum.
Hetta avmakrar Danmark nakað í álopspartinum, tó at nógvir heilt dugnaligir leikarar framvegis eru tøkir, og nógv góðska er á øllum plássum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald