Hondbóltur

HM-avbjóðingin á heimavølli nærkast

Fyrrapartin mánadagin verður endaligi hópurin til uppgávurnar móti Luksemborg, Italia og Lettland í høllini á Hálsi, 14. - 16. januar, úttikin. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum koma víðari til annað umfar í undankappignini.

Elias Ellefsen á Skipagøtu í gjøgnumbroti í sigrinum á Kekkia í EM-undankappingardystinum í apríl. Vónandi verða fleiri slíkar stórar løtur í Høllini á Hálsi og fyri føroyskan hondbólt skjótt (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu í gjøgnumbroti í sigrinum á Kekkia í EM-undankappingardystinum í apríl. Vónandi verða fleiri slíkar stórar løtur í Høllini á Hálsi og fyri føroyskan hondbólt skjótt (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-05 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14. til 16. januar verður stórt hondbóltsvikuskifti í Høllini á Hálsi. Lettland, Luksemborg og Italia vitja í undanumfarinum í undankappingini til HM í manshondbólti.

Tað er ein langur vegur, ið føroyska liðnum skal stríða seg fram eftir, til Póllands og Svøríki, har HM-endaspælið verður um eitt ár. Fyrst er neyðugt at enda í topp-tvey í bólkinum, sum verður avgreiddur í Føroyum skjótt - tað er ikki eydnast at koma víðari úr líknandi bólkum í 2018 og 2020. Síðani er neyðugt við sigri á hægri styrkismettum liði í play-off dystum, um liðið skal koma í ógvuliga truplan undankappingarbólk saman við trimum hægri styrkismettum liðum.

[object Object]Fyrsta stóra uppgávan hjá Lars Møller og Peter Bredsdorff-Larsen nærkast av álvara (Mynd: HSF)

EM-endaspæl er meira sannlíkt hjá føroyskum manshondbólti, ið hevur sett sær sum mál at røkka einum endaspæli, men hetta innleiðandi umfari er spennandi fyri Føroyar, har realistiskur møguleiki fyri víðari luttøku heilt víst er har í tí, sum helst vera tættir dystir.

Hetta verður eisini fyrsta veruliga uppgávan hjá nýggja venjaratoyminum við Peter Bredsdorff-Larsen á odda. Tað verður mánadagin, at landsliðsvenjarin fer at kunngerða, hvørjir leikarar eru úttiknir til uppgávuna. Hetta verður gjørt á tíðindafundi hjá Bank Nordik, klokkan 10. Ein bruttohópur hevur vant saman nakrar ferðir í seinastuni - júst um talið av leikarum verður 16 ella eitt sindur fleiri er ikki endaliga greitt enn.

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland

Orsakað av koronustøðuni og tilmælum er tað heldur óvist, hvussu støðan við áskoðarum verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder