Um vikuskiftið hevur heimsmeistarakapping í inniróðri verið – World Rowing Indoor Championships – og fingu føroyiskir rógvarar góð úrslit í kappingini – trý gull og eitt bronusheiðursmerki.
Upprunaliga skuldi kappingin vera í Hamburg í Týsklandi, men í desember varð avgjørt at skipa kappingina umvegis netið. Hetta var orsakað av koronu. Tí kappaðust føroysku luttakararnir úr aulini í Læraraskúlanum.
Fríggjadagin var kappast á 500 metrar, og leygardagin var kappast á 2000. Sarita Kristina Hansen megnaði at endurvinna heimsmeistaraheitið, meðan tað eisini bleiv til eitt heimsmeistaraheiti hjá Vár Guriardóttir Hansen og eitt triðjapláss hjá Mattias Durhuus.
Úrslitini í kappingini gjørdust hesi:
Fríggjadagin
U19 Women LW
4. DEN Zoe Dickson 01:42.7
U19 Women
7. DEN. Mira Winther Klit 01:41.7
U19 Men
7. DEN. Mattias Durhuus 01:21.7
U23 Women
1. Vár Guriardóttir Hansen 01:30.7 Masters Women LW 30 - 39
1. Sarita Kristina Hansen 01:39.3 Masters 30-39 LM
4. Bergur Robert Dam Jensen 01:25.4
Leygardagin
U19 Men
3. Mattias Durhuus 06:17.1
U23 Lightweight Women
7. Zoe Dickson 07:36.7
U23 Women
5. Vár Guriardóttir Hansen 07:23.5 Masters 30-39 LM
4. Bergur Robert Dam Jensen 01:25.4 Masters 30-39 Women LW
1. Sarita Kristina Hansen 07:23.8 Masters 50 - 54 Women
10. Jóna Danielsen 08:02.6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald