Hondbóltur

HM-lutakast hjá kvinnum verður mikudagin

Hondbóltur: 1. umfar verður leikt í play-off dystum, og teir verða í november.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2022-06-27 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

HSF: Mikudagin kl. 10 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

1. umfar verður leikt í play-off dystum, har liðini spæla ein heima-og útidyst. Dystirnir verða leiktir í fyrstu viku í november.

Føroyar er styrkismett í potti 1 saman við Eysturríki, Slovakia, Turkalandi, Íslandi, Ukraina, Portugal, Grikkaland og Italia.

Føroyar kunnu møta hesum liðum, sum eru í potti 2: Kosovo, Ísrael, Finnlandi, Luksemborg, Aserbajan, Bosnia Hersegovina, Bulgaria, Stóra Bretland og Lettlandi.

Vinnandi liðini koma víðari til annað umfar í undankappingini, har liðini kunnu møta Kroatia, Spania, Fraklandi, Týsklandi, Ungarn, Montenegro, Hollandi, Póllandi, Rumenia, Slovenia, Serbia, Sveis og Kekkia.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder