Hondbóltur

HM: Ungu menninir spæla nú fyri víðari luttøku í Magdeburg

Lykladystur móti Japan klokkan 10. Føroyska liðið er á pappírinum stórfavorittur og skal loysa uppgávuna móti kviku japanarunum.

Janus Dam Djurhuus og hinir hava havt góða tíð til hvíld og fyrireiking undan dystinum móti Japan (Mynd: IHF)

Janus Dam Djurhuus og hinir hava havt góða tíð til hvíld og fyrireiking undan dystinum móti Japan (Mynd: IHF)

2023-06-22 06:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Magdeburg, Týskland (Portalurin) - Fyrsta uppgávan í HM-endaspælinum varð væl frágreidd, har allir spælararnir komu í spæl, og har nógvir komu heilt væl í gongd eisini. Føroyar vunnu við 13 málum á Angola, og tað kendist í roynd og veru sum sigurin kundi verið nakað størri: Um t.d. profilarnir spældu meira, og um nøkur grundleggjandi teknisk mistøk vórðu viskaði burtur.

Les eisini: 
Eingin ivi í fyrstu royndini í Magdeburg
Júst nú snýr tað seg bert um Japan

Eftir úrslitini týsdagin er greitt, at Føroyar og Spania kunnu spæla seg víðari til høvuðsumfarið í dag. Hetta er tí, at bæði hava tvey stig og spæla ikki móti hvørjum øðrum. Evropameistararnir skulu gera sítt arbeiði móti Angola, eina løtu aftaná dystin hjá Føroyum. Um Spania ger tað, so ein sigur móti Japan fyrrapartin nóg mikið hjá føroyska liðnum. Og so verður finala um týðandi 1. plássi í bólkinum annaðkvøld.

Japan hevur nógva ferð á liðnum og megnaði týsdagin at skora 16 mál í fyrra hálvleiki og 28 samanlagt móti Spania. Hugt verður helst serliga eftir Naoki Fujisaka, ið skoraði tíggju ferðir móti Spania. Spaniólar vístu tó, at tað eru lýti í verjuspælinum hjá asiatisku meistarunum, og tað skulu Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Hákun West av Teigum og hinir gagnnýta. Føroyar eru á pappírinum greiðir favorittar.

Sum útgangspunkt eru allir spælarar tøkir. Bakspælararnir Bjarni í Selvindi og Brian Slyne fingu stoyt í ávíkavst pannuna og kjálkabeinið í 2. hálvleiki móti Angola, men sambært Hondbóltssambandinum eru teir allarhelst til reiðar aftur móti Japan. Føroyska liðið fer eisini at hava góðan stuðul í GETEC høllini her í Magdeburg. Har fyrsta bríksl verður klokkan 10 føroyska tíð. Dysturin kann síggjast hjá Kringvarpinum ella á youtube-síðuni hjá IHF.

[object Object]
Bjarni í Selvindi avmyndaður í sambandi við venjing í gjár. Hann fer helst at vera at síggja við hesum bindinum næstu dagarnar (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

[object Object]
Hákun West av Teigum var ein av teimum, sum spældi minni enn ein hálvleik móti Angola - høgri vongurin skoraði tó fimm mál (Mynd: IHF)

HM-endaspæl fyri U21-landslið - Bólkur D 
Í dag, hósagin 22. juni í GETEC Arena í Magdeburg

10.00: Føroyar - Japan
12.15: Angola - Spania

Støðan:
Spania 2 stig
Føroyar 2 stig
Angola 0 stig
Japan 0 stig

Vit hava ymiskt tilfar úr GETEC-høllini seinni í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder