Eingin føroyskur spælari er ovbyrjaður eftir fyrsta HM-dystin, sum Føroyar vunnu við 13 málum. Leiktíðin varð væl býtt millum spælararnar á U21-landsliðnum: Størstu profilarnir spældu ein hálvleik ella minni - Pauli í málinum var líka inni eina løtu eftir steðgin pluss Elias til brotsskøst, og allir fingu víst seg fram á ymsan hátt og komu inn í kappingina.
Tann einasti, sum veruliga fekk ein trupulleika, var Bjarni í Selvindi. Bakkurin av Skála spældi beint yvir tjúgu ógvuliga góðar minuttir, men noyddist út eitt stórt korter fyri tíð eftir samanstoyt við angolabúgva. Bjarni bløddi illa frá pannuni, men talan var ikki um stórt hol, og einki tekin er um heilaskjálvta. Fýra pentur eru komnar í pannuna á bakspælaranum, ið helst spælir í morgin - við bindi runt um høvdið.
Pauli Jacobsen byrjaði dystin uttan málmansblusu, men bjargaði 12 av 20 skotum - Bjarni í Selvindi kom inn og skoraði fýra mál og hevði fleiri upplegg eisini (Mynd: IHF)
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði átta mál og gjørdist dagsins spælari (Mynd: IHF)
Uppgávan er Japan. Asiatiska landið hevur havt eina ávísa hondbóltsframgongd seinastu árini, men í gjár var Spania ein alt ov stórur biti, og serliga í seinna hálvleiki var munur. Sterku spaniólarnir skoraðu heili 43 ferðir, og nú skal Japan reisa seg móti føroyska liðnum, sum allarhelst er væl fyrireikað til uppgávuna.
Í morgun hevur føroyska liðið havt eina venjing í Magdeburg. Annars snýr tað seg um hvíld og hugsavnan. Hugt verður eftir hvat Japan kann koma við. Japansku spælararnir eru ógvuliga kvikir, og kann hetta serliga geva okkara verju høvuðbrýggj. Japan skoraði 16 ferðir í fyrra hálvleiki móti evropameistarunum í gjár. Helst fara føroyingar at halda serliga vakið eyga við nummar fýra hjá Japan, Naoki Fujisaka, ið skoraði tíggju ferðir móti Spania.
Tað snýr seg í stóran mun eisini um egið spæl í morgin. Um Pauli Jacobsen og verjan fáa gott tamarhald á, og álopið fær glið á, sum tað sum oftast ger hjá hesum árgagunum, so verður tað torført hjá Japan. Føroyar eru favorittar - tað sleptst ikki undan - og um tað eydnast at vinna aftur, so faa okkara víðari til høvuðs/millumumfari. Her skal fyrivarni tó líka takast, tí Angola kann forða fyri hesum við tveimum sigrum, men afrikanska liðið skal vinna stórt á Spania.
Føroyska liðið skal hugsa um at gera sítt. Fyrsta bríksl í GETEC Arena í Magdeburg verður klokkan 10 føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin, og stroyming er á Yourtube-síðuni hjá IHF.
Portalurin verður á staðnum í Týsklandi og hevur ymiskt tilfar frá dystinum og føroysku leguni sum heild.
HM-endaspæl fyri U21-landsliðið, 2023
Bólkur D - í gjár, týsdagin 20. juni í Magdeburg
Føroyar - Angola 34-21 (18-8)
Les meira um føroyska sigurin og sí tøl her
Spania - Japan 43-28 (22-16)
Spania 2 stig
Føroyar 2 stig
Angola 0 stig
Japan 0 stig
Í morgin, hósdagin 22. juni:
10.00: Føroyar - Japan
12.15: Angola - Spania
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald