Føroyar løgdu út sum eitt óløgi í Magdeburg, meðan Angola ikki fekk fótfestið í fyrsta HM-dystinum í bólki D.
Tað var skjótt, at leiðslan fór uppum fimm málum og gekk ímóti tíggju. Hóast nakrar tekniskar villur - helst millum annað orsakað av sjálvum bóltinum - so skoraðu føroysku spælararnir uppá so allar møguleikarnar, og Pauli Jacobsen og verjan stóðu væl. Bert átta mál komu inn fyri steðgin, og hoyvíkingurin í málinum hevði 12 bjargingar.
Les meira um fyrra hálvleik
Longu í fyrra hálvleiki skiftu Føroyar nógv út, og Pauli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum spældu bert beint yvir helmingin av hálvleikinum. Elias, sum hevði fleiri góð gjøgnumbrot og skot fyrstu løtuna, kom gamaní inn at taka brotskast eftir hetta.
Angola royndi at steðga Elias Ellefsen á Skipagøtu, men tað eydnaðist ikki væl hjá teimum, teir minuttirnar spælskiparin var inni. Hann skoraði uppá øll síni skot - átta - og gjørdist dagsins spælari (Mynd: IHF)
Pauli Jacobsen og Bjarni í Selvindi til tjóðsangin - báðir spældu væl í dag (Mynd: IHF)
Ísak Vedelsbøl og Sveinur Olafsson spældu í miðverjuni tað mesta av fyrra hálvleiki - tað eydnaðist í stóran mun væl (Mynd: IHF)
Allir spælararnir í hópinum spældu rímiliga nógv, og av teimum sum ikki byrjaðu inni, gjørdu serliga Bjarni í Selvindi, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Kristian Jensen vart við seg - allir skutu fýra mál. Bjarni gjørdi bart við skotum, fríspælingum og gjøgnumbrotum, umframt fínum verjuspæli, men skálamaðurin noyddist tíverri út miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at bakkurin fekk alboga í høvdið, og hann fór at bløða. Rói fekk til tíðir glið á spælið mitt fyri og hevði flott mál og assist; millum annað til vestmenningin Kristian Jensen á strikuni.
Tað merktiskt annars, at man til tíðir spældi við samamsetingum, sum ikki hava verið so vanligar - bæði í álopi og verju. Eina løtu skoraði Angola ov lætt, og føroyska liðið misti alt ov nógvar bóltar í dystinum. Sum nevnt er nýggi HM-bólturin eitt slag av avbjóðing, men tað vóru eisini ósketni, skeivar avgerðir og tekniskar villur, sum Angola trýsti Føroyar at gera við ágangandi og álopskendum verjuspæli.
At tað ikki var veruligur spenningur í dystinum, og at spælið hjá serliga Angola var óskipað, sást eisini. Síðsta løtan var tó góð hjá Føroyum, og okkara vóru ongantíð nær við at seta tey bæði neyðugu stigini í vanda. Breiddin varð væl nýtt, allir komu í gongd, og nú er hvíld í umleið tvey samdøgur.
Føroyar og Japan spæla í somu høll hósdagin klokkan 10. Tá verður Portalurin á staðnum.
HM-endaspæl fyri U21-landsliðið, 2023
1. umfar í bólki D - týsdagin 20. juni í Magdeburg
Føroyar - Angola 34-21 (18-8)
Dystargongdin:
5 min: 3-0
10 min: 6-2
15 min: 11-4
20 min: 14-5
25 min: 16-6
30 min: 18-8
35 min: 21-10
40 min: 24-13
45 min: 26-14
50 min: 28-17
55 min: 29-18
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 (3)
Hákun West av Teigum 5
Bjarni í Selvindi 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Kristian Jensen 4
Janus Dam Djurhuus 2
Bogi Hansen 2
Pauli Mittún 1
Ísak Vedelsbøl 1
Brian Slyne 1
Ovi Lützen 1
Aleksandar Lacok 1
Dagsins spælari: Elias Ellefsen á Skipagøtu
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 12 (21 skot á mál = 57 prosent)
Aleksandar "Sasha" Lacok 6 (18 skot á mál = 33 prosent)
Útvísingar:
Angola: 2
Føroyar: 4
Tekniskar villur/mistir bóltar:
Angola: 20
Føroyar: 19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald