HM-endaspælið fyri U21-landsliðið er farið í gongd, og føroyska liðið tykist at hava fult tamarhald á dystinum móti Angola.
Okkara hava fingið heldur nógvar útvísingar - fýra - og Heldur nógvar tekniskar villur eru gjørdir. Nýggi bólturin tykist at geva nakrar trupulleikar. Tó hevur føroyska álopspsælið verið gott, og okkara hava skorað 18 mál uppá 20 skot - tvær ferðir hevur málvejrin hjá Angola bjarga.
Pauli Jacobsen hevur staðið ógvuliga væl við tólv bjarginum - 60 prosentum (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: IHF)
Í hinum endanum hevur Pauli Jacobsen staðið ógvuliga væl. Hoyvíkingurin hevur bjargað 12 av teimum 20 skotroyndunum, ið hava rakt føroyska mál. Tað svarar til 60 prosent av skotunum. Sum heild hevur verjuparturin - við Ísaki Vedelsbøl og Sveini Olafssyni í miðverjuni fyri tað mesta og vælspælandi Kristoffi Bjørgvin sum høgra tvey'ara - eydnast væl.
Hákun West av Teigum og hinir hava revsa Angola í kontraálopunum. Í byrjanini tók Elias Ellefsen á Skipagøtu stóra ábyrgd - eftir 17-18 minuttir fóru Føroyar at rotera nógv, og hetta er eisini eitt gott hugskot. Nógvir bjóða seg til, og føroyingar eru í gongd við at vinna tvey trygg stig í Magdeburg.
HM-endaspæl fyri U21-landsliðið, 2023
1. umfar í bólki D - týsdagin 20. juni í Magdeburg
Føroyar - Angola (18-8)
Dystargongdin:
5 min: 3-0
10 min: 6-2
15 min: 11-4
20 min: 14-5
25 min: 16-6
30 min: 18-8
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Hákun West av Teigum 5
Janus Dam Djurhuus 2
Pauli Mittún 1
Ísak Vedelsbøl 1
Bjarni í Selvindi 1
Bogi Hansen 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Bjargingar: Pauli Jacobsen 12 (20 skot á mál = 60 prosent)
Útvísingar:
Angola: 1
Føroyar: 4
Tekniskar villur:
Angola: 10
Føroyar: 8
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald