Í gjárkvøldið kunngjørdi ÍF, at vestmenningurin Holgar Durhuus hevur undirskrivað sáttmála við felagið.
ÍF skrivar á heimasíðu sínari, at 26 ára gamli leikarin hevur fyri tað mesta spælt á álopskendu plássunum á vøllinum, og at hann kann lýsast sum ein kvikur leikari við góðum tekniskum førleikum.
Seinasta árið hevur Holgar spælt við felagnum Kvik Halden, sum tryggjaði sær uppflyting í triðbestu deildina í Norra. Holgar Durhuus umboðaði Skála í 2014, men hevur annars spælt vaksnamannafóbólt í 07 Vestur. Eins og hinir útileikararnir, ið ÍF hevur fingið inn í vetur, so hevur Holgar nógvar royndir i bestu deildini. Sambært FaroeSoccer hevur hann leikt 121 dystir og skorað 11 mál.
ÍF hevur gjørt eitt-ára sáttmála við Holgar Durhuus, ið byrjar hjá uppflytarunum mánadagin.
ÍF og Skála leiktu í gjár venjingardyst í Fuglafirði. Hann endaði við 1-1 javnleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald