Hondbóltur

- Hon hevur ein ógvuliga góðan hondbóltsheila - serliga fyri aldurin

Jana Mittún fær aftur nógv rós í Danmark eftir dyst móti einum av ovastu liðunum, har hon var uppleggsdrotning og hevði seinastu ella næstseinastu hond á yvir tíggju málum móti Esbjerg.

- Hon er so ógvuliga góð til at fara ígjøgnum, tá tað er eitt lítið sindur av ójavnvág í verjuni. Jana Mittún vísti seg í gjár aftur væl fram. Føroyski landsliðsprofilurin gjørdi ógvuliga fá mistøk - hon hevur nú næstflest upplegg í Kvindeligaen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Hon er so ógvuliga góð til at fara ígjøgnum, tá tað er eitt lítið sindur av ójavnvág í verjuni. Jana Mittún vísti seg í gjár aftur væl fram. Føroyski landsliðsprofilurin gjørdi ógvuliga fá mistøk - hon hevur nú næstflest upplegg í Kvindeligaen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-27 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er ikki bert tað, at hon er kvik á fótum.  Hon hevur ein ógvuliga góðan hondbóltsheila - serliga tá man hugsar um, hvussu ung hon er.

Soleiðis tók Micheal Stærke, hondbóltsfrásøgumaður hjá TV2 Sport, til í gjárkvøldið. Hetta var undir Viborg- Team Esbjerg í triðseinasta umfari í Kvindeligaen. Talan var um sjónvparpsdyst, har Jana Mittún aftur fekk víst seg væl fram móti sterkum liði og var hetta eftir flotta fríspæling, sum gav Viborg-mál. 

- Hon er so ógvuliga góð til at fara ígjøgnum, tá tað er eitt lítið sindur av ójavnvág í verjuni. Mittún sær tað og gagnnýtir tað við ferð sínari(....) hevur verið væl meira støðug í ár og er ein týðandi partur av spælinum hjá Viborg.

Hetta staðfesti Lærke Møller, viðmerkjari og fyrrverandi landsliðsspælari, í 1. hálvleiki. Jana fekk rós eftir eitt gott gjøgnumbrot móti Esbjerg-verjuni, har landsliðsprofilar hjá Danmark og Noreg stóðu.

[object Object]

[object Object]
Jana Mittún hevur hetta árið veruliga gjørt vart við seg í Viborg og fingið ymiska viðurkenning í donskum hondbólti (Myndir: Sverri Egholm)

21-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði fýra mál í dystinum, Hon brendi tvey skot - tað eina var mitt á málverjan og í sambandi við hitt burdi Jana helst fingið fríkast.

Jana Mittún hevur nú næstflest upplegg av øllum í fremstu donsku deildini, sum er millum tær allarbestu. Talið er 101 fyri 24 dystir.

Móti Team Esbjerg í gjár var føroyski bakspælarin skrásett fyri seks upplegg, men tað var í roynd og veru nærri tíggju ferðir, at hon hevði næstseinastu hond á. Í summum førum var talan um flottar fríspælingar. Eisini vann Jana Mittún eitt brotskast, sum gav Viborg mál.

Sí eisini: Video: - Jana hevur fingið størri álit í Voborg

Viborg megnaði sum heild ikki at steðga serliga Henny Reistad nóg væl, men frammanfyri yvir 2.000 heimáskoðarum spældi liðið góðan álopshondbólt. Jana Mittún var inni so at siga øll álopini og fekk ferð á saman við toppskjúttanum og føðingardagsbarninum Christinu Pedersen. Føroyingurin gjørdi eitt tekniskt mistak í dystinum - eftir misskjiljing.

Viborg hekk í tað mesta av dystinum men tapti 34-39. Liðið fer at koma í ovara endaspælið men liggur í løtuni aftanfyri København Håndbold (Pernille Brandenborg) og NFH. Tey eru ávikavist nummar 5 og 4, og tað kann vera ein stórur fyrimunur at enda nummar 5 ella 4 heldur enn á 6. plássi, sum Viborg er nú. Hetta í mun til stig við víðari og at vera í "lættari" bólkinum í endaspælinum. København og NFH hava spælt ein dyst færri - tey spæla móti hvørjum øðrum leygarkvøldið.

Sí støðuna í fremstu donsku deildini her

Rakul Wardum og Ringkøbing taptu fyri Odense í gjár, men føroyski landsliðsmálverjin stórspældi í 2. hálvleiki, so at Ringkøbing kom við í dystin aftur - Rakul varð dagsins spælari. Ikast, ha føroyski landsliðsvenjarin Claus Mogensen er hjálparvenjari, vann á heimavølli á EH Aalborg. Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen vóru ikki í hópinum.

Føroyar spæla fyrra HM play-off dystin við Tjarnir um júst tær vikur, mikudagin 9. apríl.

Sí eisini: Landsliðsmálverji er við barn

Sí eisini: Rakul Wardum dagsins spælari móti oddaliðnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder