Hondbóltur

Landsliðsmálverji er við barn

Annika Fríðheim Petersen er ikki tøk til HM play-off dystirnar, men orsøkin er gleðilig.

Annika Petersen stóð sera væl fyri til EM-endaspælið. Um alt gongst sum ætlað, verður hon mamma í september (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Petersen stóð sera væl fyri til EM-endaspælið. Um alt gongst sum ætlað, verður hon mamma í september (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-22 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um alt gongst sum ætlað, verður Annika Fríðheim Petersen mamma í september.

25-ára gamla hoyvíkskvinnan hevur seinastu árini verið landsliðsmálverji og yrkisspælari - í Íslandi, Danmark Noreg og nú Danmark.

Annika er tó ikki tøk til restina av kappingarárinum hjá Aalborg, sum hon eisini hevur sáttmála við eftir summarferiuna.

Hon var so sjálvandi heldur ikki á listanum yvir úttiknu spælararnar til landsdystirnar í apríl.

Sí eisini: Hesar 16 skulu royna at spæla Føroyar til HM

[object Object]
Annika Fríðheim Petersen fegnast saman við Rakul Wardum eftir EM-janvleikin móti Kroatia í desember, tá Annika varð dagsins spælari. Tær hava samstarva á landsliðnum seinastu árini - í apríl verður nakað meira ábyrgd á Rakul, meðan Annika Petersen fer at stuðla og hjálpa uttanfyri (Mynd: EHF/Kolektiff)

Við Portalin sigur Annika Petersen, at hon avgjørt ætlar til Føroyar at stuðla liðnum, tá Litava vitjar til fyrra HM-play off dystin 9. apríl. Eisini fer hon við til Litava til seinna dystin nakrar dagar seinni, har tað endaliga verður avgjørt, hvørt Føroyar koma til HM ella ikki.

HM-endaspælið í vetur er enn ein møguleiki fyri Anniku Fríðheim Petersen, sum verður foreldur saman við Hjalta Kárason Djurhuus í heyst.

[object Object]Annika eftir landsdyst á Hálsi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder