Hondbóltur

Hesar 16 skulu royna at spæla Føroyar til HM

Annika Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Bjørk Joensen eru ikki tøkar, men Súna Hansen verður helst til reiðar. Fríða Nolsøe Olsen kann fáa sínar fyrstu kappingardystir í apríl.

Onkrar broytingar eru, í mun til hópin í Basel (Mynd: Sverri Egholm)

Onkrar broytingar eru, í mun til hópin í Basel (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-21 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssamband Føroya hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt, hvørjar 16 spælarar verða við til HM play-off dystirnar móti Litava.

Føroyski hópurin: 

Málverjar:
Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax Købehavn (DEN)

Í mun til EM-hópin, eru Annika Fríðheim Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Bjørk Franksdóttir Joensen ikki tøkar.

Harvið fær Silja Arngrímsdóttir Müller møguleikan, tó at Rakul Wardum allarhelst spælir flestu minuttirnar. Karin Egholm er aftur á landsliðnum sum annar høgri vongurin, meðan Fríða Nolsøe Olsen skal spæla kappingardystir á fyrsta sinni. VÍF-bakkurin var við til venjingardystir í Slovakia í fjør og vísti seg væl fram til samlingina tíðliga í mánaðinum, staðfestir landsliðsvenjarin.

Les eisini: Claus Mogensen: - Litava fer at møta okkum við nógvum fysikki

[object Object]
Brynhild Pálsdóttir og Súna Krossteig Hansen eftir seinasta EM-dystin. H71-vongurin hevur skaðatrupulleikar og fær ikki spælt. Súna hevur eisini verið nógv darvað av skaðum seinastu mánaðirnar, men Skanderborg-bakkurin er so í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá Olsen er frávald, nú tvær á vinstra vongi eru við og ikki tríggjar sum undanfarnu ferðir. Lukka Arge, ið eisini var við til EM, er heldur ikki á listanum.

Hetta verða seinastu landsdystirnir hjá Brynju Høj og Turið Arge Samuelsen. 

Sí eisini: Brynja og Turið: - Tað krevur og kostar nógv at vera á landsliðnum

Teir verða, ávikavist, heima 9. apríl Við Tjarnir og sunnudagin 13. apríl í Jonava í Litava. Samlaði vinnarin kemur til HM-endaspælið í Týsklandi og Niðurlondum.

Atgongumerkjasølan til heimadystin hevur gingið heilt væl, og tað sær út til at verða fullsett høll um 19 dagar - Sí eisini: Yvir 2.500 atgongumerki seld til dystirnar við Tjarnir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder