Hondbóltur

- Litava fer at møta okkum við nógvum fysikki

Føroyska kvinnulandsliðið hevur havt týðandi fyrireikingar til HM play-off dystirnar í næsta mánaða. Landsliðsvenjarin sigur, at nógv jaligt er at síggja, og at hópurin verður úttikin í næstu viku.

- Talan var eina góða og virðismikla viku. Vit høvdu nakrar góðar venjingar og tveir gevandi dystir móti dreingjaliðum, har man veruliga fekk roynt seg, í mun til fysikk og ferð. Hetta staðfestir Claus Mogensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Talan var eina góða og virðismikla viku. Vit høvdu nakrar góðar venjingar og tveir gevandi dystir móti dreingjaliðum, har man veruliga fekk roynt seg, í mun til fysikk og ferð. Hetta staðfestir Claus Mogensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-19 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Talan var eina góða og virðismikla viku. Vit høvdu nakrar góðar venjingar og tveir gevandi dystir móti dreingjaliðum, har man veruliga fekk roynt seg, í mun til fysikk og ferð.

Claus Mogensen staðfestir fyri Portalinum, at samlingin hjá kvinnulandsliðnum fyrr í mánaðinum gav nógv. Hetta vóru týðandi fyrireikingar til HM play-off dystirnar móti Litava.

Tað er óvist, um Súna Krossteig Hansen verður til reiðar til avgerandi dystirnar í apríl. Kviki bakspælaran er týðandi partur av føroyska spælinum, men hon er, eins og upp til EM, darvað av skaða.

Claus Mogensen vísir tó á, at aðrar visa seg væl fram til venjing í baketuni. Millum annað Elsa Egholm, ið hevur verið við í nøkur ár, Marita Mortensen, sum hevur nakrar sereginleikar í skotunum og Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF. Síðstnevnda spældi við í venjingardysti í fjør, vandi við alla vikuna og er avbjóðandi í leikhátti.

Sí eisini: Marita Mortensen: - Nú gleða vit okkum at merkja stuðulin her í Føroyum

Í mun til mótstøðuna í apríl, so verður talan um eitt lið, sum millum annað er kropsliga sterkt men hevur eisini nakrar veikleikar.

- Tær koma við nógvum fysikki, og tað skulu vit megna at standa ímóti. Tí vóru tað góðar royndir móti teimum eldru dreingjaliðunum. Litava hevur nakrar dugnaligar skjúttar - millum annað ein høgra bakk - sum vit skulu vera til reiðar til. Tað sær eisini út til, at litavar ikki eru so raskar at renna aftur. Tað skulu vit gagnnýta, og tí var tað gott at síggja til venjingarnar og dystirnar, at vit vístu styrki í kontraspælinum.

Føroyar og Litava spæla við Tjarnir mikukvøldið 9. apríl. Tað er nærum útselt til hendan dystin. Fýra dagar seinni spæla Føroyar í Litava. Samanlagdi vinnarin fer vinnarin víðari til HM-endaspælið.

Hópurin til hesar dystirnar verður kunngjørdur í næstu viku.

EM-lutakast

Í morgin, hósdagin klokkan 16, verður lutakastið til næstu EM-undankappingina. Har verður tað munandi meira torført at røkka endaspælinum. Tað staðfestir landsliðsvenjarin eisini.

- Tað er als ikki til okkara fyrimuns, at EHF hevur valt at at taka útgangstøði í úrslitunum seinastu fýra árini heldur enn tveimum, sum tað annars hevði verið. Í so fall høvdu vit verið nær styrkisbólkt tvey ístaðin fyri at vera í tí niðasta, og tað hevði sjálvandi gjørt vegin til EM tað lættari.

- Men soleiðis er tað, og vit krossa fingarar fyri einum góðum lutakasti. Og undir øllum umstøðum trúgva vit uppá, at vit aftur kunnu skapa stór úrslit og fáa eina EM-endurtøku

Sí eisini: Føroysku kvinnurnar í niðasta styrkisbólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder