
- Ferð og fysikkur.
Tað er serliga tað, sum føroyska liðið skal vísa í HM play-off dystunum móti Litava í næsta mánaða. Hetta staðfesti Marita Mortensen í høllini á Hálsi í gjár eftir føroyska kvinnulandsliðið hevði spælt móti ungum monnum úr Neistanum.
Sí eisini: Kvinnulandsliðið aftur á gomlum gøtum
23-ára gamla hoyvíkskvinnan vísir á, man spælir móti dreingjum fyri at venja seg við nógvan fysikk. Tað er serliga tað, sum litavar fara at koma við í avgerandi dystunum í apríl.
Fyrri dysturin verður við Tjarnir mikudagin 9. apríl, og verður tað fyrstu ferð, at, at kvinnurnar skulu spæla her.
Hetta gleðir bakspælarin seg nógv til.
- EM var so stórt, og stuðulin til okkum var so fantastiskur. Nú gleða vit okkum at merkja tað í Føroyum eisini og vónandi við at fylla høllina.
Atgongumerkini til dystin koma til sølu í morgin, mánadagin 10. apríl.
Um sín leiklut, ið kann gerast størri enn til EM, staðfestir Marita, at hon bara ger sítt besta til venjing og er til reiðar at geva sítt. Og at skjóta tá møguleikarnar eru har. Høga hoyvíkskvinnan við góða høgra arminum vísti til dystin í gjár, hon kann vera ein góð skothóttan fyri Føroyar.
Til seinast setti Marita Mortensen orð á eina heldur óvæntða uppflyting við HØJ. Hon merkir, at Marita og lið hennara í næsta mánaða skulu spæla í bestu donsku deildini.
Nú fara spælararnir út í feløgini aftur. Endaligi hópurin verður úttikin seinni í mánaðinum savnast 6/7 apríl.
Sí eisini: Brynja og Turið: - Tað krevur og kostar nógv at vera á landsliðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald