placeholder
Hondbóltur

Brynja og Turið: - Krevur og kostar nógv at vera á landsliðnum

Familja, tað fíggjarliga og tíðin hava gjørt sítt í avgerðini um at gevast, men Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen síggja nú fram til at hjálpa Føroyum til sítt fyrsta HM-endaspæl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-08 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tær boðaðu eftir EM frá, at tað var liðugt fyri teirra viðkomandi í landsliðshøpi, men nú standa havnarkvinnurnar aftur á hallargólvinum í HSF-klæðunum og fyrireika seg til týðandi uppgávur fyri Føroyar.

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen greiða í dag Portalinum frá, at tað var rímiliga líkatil og lætt, tá landsliðsvenjarin stutt eftir EM vendi sær til tær við fyrispurningi um eitt tak afturat: Tveir landsdystir afturat í næsta mánaði.

Les eisini: Beint yvir ein mánaði til avgerandi dystirnar um HM-pláss

Sí eisini: Jana og Rakul síggja fram til spennandi landsliðsuppgávurnar

Hetta er mitt í einum kappingarári og talan er um tveir tættar dystir, so tað eru ikki heilt stór inntriv. Men hjá 30-ára gomu Turið og serliga hjá 28-ára gomlu Brynju, sum er løgreglufólk, spælir tað kropsliga inn.

Í samrøðuni staðfesta tær eisini, at tað bókstaviliga kostar at spæla við landsliðnum, tí har er einki endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, koyring og annað. Lán og annað er at rindað. Professionaliseringin - sum er týdningarmikil - ger tað meira tíðarkrevjandi. Turið og Brynja hava eisini báðar tvey børn.

Neistaspælarin gevst heilt eftir hetta kappingarárið, og hon og Turið vóna at fara til HM sum áskoðarar í vetur.

- Vit burdu megnað at staðið móti trýstinum at vera favorittar móti Litava.

Føroyar og Litava spæla við Tjarnir 9. apríl og í Litava 13. apríl. Samlaðai vinnarin kemur til HM-endaspælið í november-desember. Sí samrøðuna ovast.

Sí eisini: Kvinnulandsliðið aftur á gomlum gøtum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder