Hondbóltur

Beint yvir ein mánaði til avgerandi dystirnar

Kvinnurnar arbeiða hesa vikuna við at fínpussa ymiskt í sínum spæli og nakað við fyrireiking til dystirnar móti Litava í apríl. Teir avgerða, hvørt Føroyar skulu til endaspæl seinni í ár ella ikki.

Venjarar og spælarar eru í gongd við eina viku, sum kann verða virðismikil fyri liðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Venjarar og spælarar eru í gongd við eina viku, sum kann verða virðismikil fyri liðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-07 09:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri vóru savnaðar í Hoyvík sunnukvøldið, og dagin eftir komu høvuðsvenjari og restina av útisetunum heim. Fleiri vóru í dysti í Danmark sunnudagin.

Sí eisini: 
Jana og Rakul hittust í Ringkøbing
Video: Síggja nú fram til spennandi landslidsuppgávurnar

Hesa vikuna hevur tað snúð seg um landsliðið. Føroyar hava avgerandi dystir í apríl, og hetta er eitt gott høvi at hyggja uppá uppgávuna móti Litava og eisini at fínpussa smáting í spælinum og at framhaldandi menna tað.

Landsliðið hevur eisini verið á skúlavitjan og havt venjingar við børnum við Tjarnir, har tær skjótt skulu spæla.

Sí eisini: 120 børn til venjing saman við kvinnulandsliðnum

Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen hava játtað at tikið eitt tørn afturat, eftir at tær annars høvdu boðað frá, at tær góvust á landsliðnum. Havnarkvinnurnar eru ikki yrkisspælarar og hava nógv rundanum hondbóltin eisini - til hesar uppgávurnar verða teirra dygdir og royndir kærkomnar.

[object Object]
Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen eru profilar í føroysku deildini men kundu við sínum dygdum eisini gjørt seg galdandi aðrastaðni. Tær spæla nú tveir landsdystir afturat og skulu royna at hjálpa liðnum til endaspæl aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Tey flestu av nøvnum frá EM-endaspælinum ganga aftur, men so hava aðrar, sum hava drigist við skaðar ella júst verið ov stuttar til hópin, fingið møguleika at roynt seg.

Tað er ein smeitur, at Súna Krossteig Hansen ikki er tøk. Kviki bakkurin er ein lykil í serliga álopsspælinum, men eitt afturfall í fótinum ger, at Súna noyðist at hvíla. Tað ger málverjin Annika Fríðheim Petersen eisini. Vónað verður at báðar verða tøkar í næsta mánaða. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, ið hevur verið fyrstaval á høgra vongi, hevur heldur ikki vant við í vikuni.

Av tí at so stutt er ímillum EM og HM, so er tað ein ógvuliga stutt undankapping fyri londini, sum vóru við til EM. 17. plássi, av teimum 24, var júst nokk at fáa Føroyar at vera styrkismettar, og Litava má metast sum gott lutakast: Nú er vitjunartíðin, í mun til at koma til HM.

Føroysku favorittarnir spæla móti Litava um beint yvir mánaða. Dystirnir um HM-pláss verða ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 9. apríl, og á útivølli í Jonava í Litava, sunnudagin 13. apríl. Atlantic Airways at flúgva beinleiðis yvir til Litava við ferðalagi, har til ber at tekna seg.

Føroyska liðið venur við Streymin í dag klokkan 17. Endað verður við venjingardysti móti dreingjaliðið á Hálsi seint fyrrpartin og tíðliga seinnapartin í morgin, leygardagin. Portalurin hevur ymiskt tilfar úr leguni í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder