
Sunnudagin spældu donsku liðini hjá teimum báðum móti hvørjum øðrum í Ringkøbing, har tað endaði við dramatiskum sigri til Janu Mittún og Viborg.
Les eisini: Viborg og Jana vendu øllum á høvdið seinastu løtuna
Sí eisini myndir frá uppgerðini HER
Dagin eftir ferðaðust tær til Føroyar, har landsliðið er saman hesa vikuna. Liðið skal fyrireika seg til HM-playoff dystirnar móti Litava í apríl. Samlaði vinnarin har skal til HM-endaspælið í vetur.
Jana Mittún og Rakul Wardum í venjaraleikluti við Tjarnir í gjár, har U8-børn sluppu at læra frá landsliðsspælarum (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir: 120 børn til venjing saman við kvinnulandsliðnum
Føroyar spæla fyrra dystin við Tjarnir 9. apríl. At spæla á nýggja heimnavøllinum er nakað, sum Jana Mittún gleðir seg ógvuliga nógv til.
Rakul Wardum er framvegis ein ungur málverji í donskum hondbólti.
- Nógv stórt og spenanndi er fyri framman við føroyska landsliðnum, so tað ræður um at vera til reiðar til tað.
Ringkøbing-málverjin staðfesti eisini í samrøðuni, at hon vónar at Annika Fríðheim Petersen verður til reiðar til dystirnar móti Litava. Tær hava samstarva í fleiri ár og hóskavæl til hvøja aðra, staðfestir 22-ára gamla havnarkvinnan. Annika hevur ein skaða í løtuni.
Sí samrøðurnar við Janu og Rakul í fullari longd her:
Sí eisini:
Jana Mittún: - Hava fingið størri álit í Viborg
Rakul Wardum verður serliga nýtt fyri sín X-factor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald