
Um ein mánaða og ein dag spælir føroyska kvinnulandsliðið á fyrsta sinni við Tjarnir. Talan er um fyrra HM play-off dystin móti Litava. Seinni dysturin verður í Litava 13. apríl, og samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í vetur.
Les eisini: Beint yvir ein mánaði til avgerandi dystirnar um HM-pláss
Sí eisini: Jana og Rakul síggja fram til spennandi landsliðsuppgávurnar
120 børn til venjing saman við landsliðsspælarum - MYNDIR HER
Síðani sunnukvøldið hevur landsliðið, í ymiskum samansetingum, vant saman ymsastaðni í Føroyum. Høvuðsendamálið er fínpussing serliga fram ímóti dystunum í næsta mánaða.
Tað seinasta á skránni í hesari fyrireikingarvikuni var dystur móti ungum monnum hjá Neistanum á Hálsi. Talan var um eina blanding av U16, U18 og 1. deild.
Nógv ferð var á, og føroysku landsliðsvenjararnir royndu ymiskar samansetingar móti kropsliga sterkum spælarum. Nøkur taktiskt brigd;i vóru millum annað 7 móti 6.
Dysturin endaði 40-35 til kvinnulandsliðið eftir 22-20 í steðginum. Marita Mortensen, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Jana mittún vóru millum tær, sum skoraðu nógv mál hjá Føroyum.
Sí myndir niðanfyri.
Hesar spældu við fyri Føroyar:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Marita Mortensen
Maria Pálsdóttir Nólsoy
Jana Mittún
Pernille Brandenborg
Elsa Egholm
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen
Bjarta Osberg Johansen
Rannvá Olsen
Brynja Høj
Fríða Nolsøe Olsen
Karin Egholm
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Rakul Wardum og Silja Arngrímsdóttir Müller vardu málið fyri hvør sítt lið hvør sín hálvleik.
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Brynhild Pálsdóttir og Turið Arge Samuelsen hava vant fyrr í vikuni, men vegna skaðar og skúla hava tær ikki vant seinastu dagarnar.
Annika Fríðheim Petersen, Súna Krossteig Hansen og Bjørk Franksdóttir Joensen vórðu allar úttiknar, men tær eru skaddar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald