Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar í niðasta styrkisbólkinum

Fáa ikki fyrimun av EM-plássinum og EM-avrikinum í fjør til lutakastið til næstu EM-undankapping. Hetta verður hósdagin, og tá skulu Føroyar helst hava nakað av hepni við sær.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar kunnu millum annað fáa Sveis og Kroatia, sum Føroyar møttu í Basel, úr næststerkasta styrkisbólki (Savnsmynd:: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar kunnu millum annað fáa Sveis og Kroatia, sum Føroyar møttu í Basel, úr næststerkasta styrkisbólki (Savnsmynd:: Sverri Egholm)

2025-03-18 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vóru til EM-endaspælið í Sveis í fjør. Orsakað av hesum, og tí at Føroyar endaðu á 3. plássi í bólkinum, fekk man góðar fyritreytir til HM-play off umfarið. Hetta verður í apríl, og har møta Føroyar Litava, ið man á pappírinum hevur heilt góðan møguleika ímóti. 

Tað verður tó ein tungur burður, í mun til at koma við til næsta EM-endaspælið, sum verður seint í 2026. Føroyska liðið verður í niðasta potti av teimum fýra til lutakastið sum verður hósdagin 20. mars klokkan 16.

Raðfylgjan fyri styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro, Spania
Pottur 2: Slovenia, Kroatia, Eysturríki, Sveis, Serbia, Ísland
Pottur 3: Norðurmakedonia, Ukraina, Portugal, Italia, Grikkaland, Kosovo
Pottur 4: Føroyar, Finnland, Ísrael, Bosnia Hersegovina, Litava, Belgia

Tað vera fimm ymiskar vertstjóðir til EM 2026, og harvið skulu bert seks undankappingarbólkar - tað vóru átta seinast.

Føroyar eru beint uttanfyri pott 3 man høvdu verið við har, um styrkisbólkarnir vóru á 8 lond.

EHF hevur eisini broytt styrkismetingina, so at úrslit fýra ár aftur í tíð telja nakað. 2021 og 2022 . Hvørki í 2021 ella 2023 fingu Føroyar savnað nøkur serlig styrkisstig, og hetta kostar nú. 

[object Object]
Eitt 26 pláss hevði verið nóg mikið, men Føroyar eru beint aftanfyri Kosovo, sum vann annan dystin móti Føroyum í HM-undankapping í 2022. Hetta kostar nú (Skíggjamynd: EHF)

Føroyar skulu raka rímiliga væl í lutakastinum fyri at hava ein á pappírinum fínan EM-møguleikan. Serliga skulu tað verða lið úr styrkisbóki tvey og trý , sum kunnu liggja væl til Føroyar.

Lutakastið sæst HER


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder