2020-09-23 10:56
Koronatilburðirnir á Glasi rakar nú eisini hondbóltskappingina í bestu deildini fyri menn.
Í annaðkvøld skuldu vera dystur millum Team Klaksvík og H71. Men hesin dysturin er nú útsettur vegna sóttarhaldið, sum hevur rakt næmingarnar á Glasi.
Fimm leikarar í hópinum hjá H71 eru sendir í sóttarhald, boðar hondbóltssambandið frá.
Eisini fótbóltskappingin er rakt. Soleiðis er dysturin millum Víking og AB, sum skuldi verið spældur í kvøld, útsettur av somu orsøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald