Víkingur og AB skuldu eftir ætlan spæla í 21. umfari í Betrideildini í annaðkvøld klokkan 18. Men dysturin i Sarpugerði er nú útsettur.
Hesin boðaði AB frá fyri lítlari løtu síðani. Portalurin hevur fingið upplýst, at orsøkin er, at seks leikarar hjá AB eru í sóttarhaldi.
Sum skilst er eingin smittaður við koronu, men orsakað av fleiri tilburðum í høvuðsstaðnum eru nógv sett í sóttarhald nú. Millum annað hevur Glasir verið rakt av hesum. Hetta hevur so nú rakt AB og Betrideildina.
Óvist er, nær dysturin verður leiktur.
Les eisini: Korona ávirkar næstbestu deildina hjá monnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald