Hóast føroyska manslandsliðið tapti við seks málum ímóti Danmark sunnudagin var gleðisrómur ímillum føroysku leikararnir. Tí tá Belgia tapti við fleiri málum ímóti Kroatia, hevði føroyska liðið spælt seg beint víðari til næsta innleiðandi kapping í Evropisku meistarakappingini.
Men gleðin kann gerast stokkut. Tí hóast Føroyar eru við í EM-kvalifikatiónini næstu ferð, sær svárt út við HM kappingini, ið Hondbóltssambandið skal melda manslandsliðið til áðrenn 15. juli, um liðið skal sleppa at luttaka.
- Vit mangla áleið 900 túsund krónur, eftir at vit vóru noydd at spæla heimadystirnar í Danmark, greiðir Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, frá.
Gunn Ellefsen (Mynd: Sverri Egholm)
Trupulleikin er, at ongin høll í Føroyum líkur krøvini til EM kappingina, og tí varð landssliðið noytt at spæla heimadystirnar í Danmark. Hetta hevði eina stóra eykaútreiðslu við sær, og hóast føroyskar hallir eru nóg góðar til HM kappingina, kann Hondbóltssambandið ikki melda manslandsliðið til hesa kappin uttan at fáa eykajáttan. Gunn Ellefsen heldur, at politiski myndugleikin hevur eina skyldu at játta penginin, tá umstøðurnar ikki eru nóg góðar hjá føroysku hondbóltslandsliðnum.
- Vit halda at so leingi vit ikki hava nakra góðkenda høll í Føroyum, átti eitt eykagjald at verði játtað til at skipa fyri heimadystum í Danmark, greiðir forkvinnan í Hondbóltssambandinum, sum heldur at hendan uppgávan liggur hjá landsmyndugleikunum, frá.
Føroysku leikararnir fegnaðust eftir tapið móti Danmark (Mynd: Sverri Egholm)
Um føroyska landsliðið ikki verður meldað til HM kappingina, heldur Gunn Ellefsen tað vera stóran vanda fyri, at arbeiðið seinastu árini hevur verið til onkis.
- Tað ger eisini, at vit ikki vera væl fyrireikaði til næstu EM kapping, tí hini liðini hava spælt eina kapping meira enn vit. Og tað manglar lítið í, áðrenn føroyska landsliðið kann skapa fleiri sensatiónir.
HM kappingin fer at kosta áleið eina hálva millión, sum nakað minni enn EM kappingin. Forkvinnan í HSF greiðir frá, at onkur hevur víst á, at til ber at spara á ungdómslandsliðnum, men at útreiðslan til kappingarnar hjá teimum ofta liggur um 50.000 krónur, ið er nógv minni enn kappingarnar hjá teimum voksnu.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Tað vil siga, at vit skulu spara 10 ungdómskappingar fyri at gjalda fyri eina hjá manslandsliðnum. Og vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki spara eftir reyv, staðfestir Gunn Ellefsen.
Áðrenn løgtingið fór í summarfrí var eykajáttanarlóg í tinginum, ið skuldi dekka eykaútreiðslurnar, sum hondbóltssambandið hevur havt av EM kappingini. Men tá løgtingið fór í summarfrí í mai mánaða, datt lógin um eykajáttan, ið allarhelst hevði verði samtykt, burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald