- Eins og vit sum fyritøka, setur føroyski hondbólturin sær høg mál og vilja vit gjarna vera við og stuðlu tílíkum framfýsnum virksemi.
Soleiðis sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, ið fegnast um eyðsýndu framgongdina hjá bæði teimum vaksnu og ungu landsliðunum. Fríggjadagin hittust hann og Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF á høvuðsætinum hjá Mowi á Heygsstøð á Strondum, har sáttmáli til og við 2024 varð undirskrivaður.
Mowi er ein av stórstuðlunum hjá Hondbóltssambandinum, og partarnir hava havt samstarvsavtalu seinastu árini. Mowi, áður Marine Harvest, er í dag drúgvasti landsliðsstuðul hjá HSF og hevur verið í menningini síðani 2013, skrivar hsf.fo. Øll landsliðini ver vørumerki Rinka á klæðunum.
- Mowi er ein framleiðari, sum stendur fyri nýhugsan, menning og høgum krøvum, og er hetta eisini virðir vit royna at standa fyri í hondbóltinum. Mowi hevur stuðlað og trúð uppá menningina frá tí at vit virkaðu undir meira eyðmjúkum korum, og tað eru vit takksom fyri, sigur Gunn Ellefsen við hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald