Hondbóltur

Hondbólturin flýgur framvegis á føroyskum veingjum

Atlantic Airways og Hondbóltssamband Føroya hava longt umfatandi samstarvið til 2028. Tjóðarflogfelagið flýgur millum annað leigutúrar og eykatúrar í sambandi við endaspøl.

Atlantic Airways skal flúgva føroyska kvinnulandsliðið beinleiðis til HM-endaspælið í Trier í november, og vóru landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, og heilsaðu uppá, tá Gunn Ellefsen og Jóhanna á Bergi undirskrivaðu sáttmálan (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Atlantic Airways skal flúgva føroyska kvinnulandsliðið beinleiðis til HM-endaspælið í Trier í november, og vóru landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, og heilsaðu uppá, tá Gunn Ellefsen og Jóhanna á Bergi undirskrivaðu sáttmálan (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2025-09-25 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum á føroysku hondbóltsleiðini seinastu árini, og hava Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways nú longt stuðulssamstarvið til 2028.

Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya í sambandi við, at partarnir í síðstu viku skrivaðu undir nýggjan sáttmála. 

Tað vóru Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum skrivaðu undir Við Tjarnir.

Atlantic Airways skal flúgva føroyska kvinnulandsliðið beinleiðis til HM-endaspælið í Trier í november, eins og gjørt varð í samband við EM í Sveis í fjør og við HM play-off dystin í Litava í apríl. Landsliðsspælarnir Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum í síðstu viku fyrireikaðu seg til næstu uppgávurnar, vóru eisini og heilsaðu uppá.

- Vit vilja fegin vera ein virkin viðleikari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Vit hava í nógv ár flogið landsliðini út í heim og hava eisini merkt økta virksemið og framgongdina. Ein slík avtala er ikki ’bara’ eitt samstarv fyri okkum. Hetta er eisini ein samfelagsábyrgd m.a. í og við, at vit skipaðu fyri beinleiðis flutningi til EM-endaspølini hjá kvinnum og monnum í Basel og Berlin fjør, og ikki minst aftur í vetur, tá ið vit fara at flúgva beinleiðis til HM hjá kvinnunum í Trier, umframt at fleiri eyka flogfør eru sett inn til EM hjá monnunum í Oslo í januar, sigur Jóhanna á Bergi.

- Tað er vorðið soleiðis, at Atlantic Airways og føroysku landsliðini í hondbólti hanga saman. Atlantic Airways hevur stuðlað í nógv ár, og vit gleðast um, at hetta heldur fram. Sum hondbólturin mennir seg til at vera í heimsflokki, halda vit, tað er gott at kunna flúgva í heimsflokki, hagar vit skulu, sigur Gunn Ellefsen um samstarvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder