Frá fríggjadegnum skulu fleiri enn 1300 sonevndir hooligans í Stórabretlandi lata passið inn til løgregluna.
Orsøkin er, at hesi áður hava fingið forboð ímóti at fara til fótbóltsdystir í Stórabretlandi, og skal tað heldur ikki verða møguligt hjá teimum at fara til Katar, har HM í fótbólti verður í døgunum 20. november til 18. desember.
Suella Braverman, innanríkismálaráðharri sigur, at endamálið er at tryggja, at grovir og harðligir fótbóltsfjepparar ikki fara at oyðileggja tað, sum stendur til at gerast ein spennandi kapping.
– Harðskapur, grovleiki og ófriður verður ikki loyvt her, og slíkur kriminellur atburður verður heldur ikki loyvdur undir HM, sum er orsøkin til, at vit hava hesa ávísu tilgongd, sigur hon sambært Ritzau.
Heilt nágreiniliga er talan um 1.308 persónar, sum skulu lata pass teirra inn. Gera teir ikki tað, og royna teir at ferðast til Katar fyri at fara til HM, kunnu tey fáa bæði bót og fongsulsrevsing. Einki mark er fyri, hvussu stóra bót hesir kunnu fáa, men fongsulsrevsingin kann vera upp í hálvt ár.
Passini, sum verða latin inn, verða í varðveitslu hjá myndugleikunum, inntil HM er liðugt. Ynskir mann at ferðast uttanlands í hesum tíðarskeiðnum, er neyðugt at søkja um loyvi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at slík stig verða tikin. Hetta hevur bretska stjórnin eisini gjørt í sambandi við aðrar kappingar, m.a. í sambandi við HM í Russlandi í 2018. Tá gjørdu 99 prosent eftir boðunum um at lata passið inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald