Hondbóltur

Hópurin til avgerandi dystirnar verður úttikin í morgin

Føroyar skulu helst hava okkurt stig í mai fyri at tryggja EM-plássið. Fýra mans eru tøkir aftur til dystirnar móti Kosovo, 8. mai, og móti Ukraina við Tjarnir 11. mai.

Vilhelm Poulsen er tøkur aftur og skal allarhelst  til Kosovo saman við Óla Mittún og 14 øðrum í mai (Mynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen er tøkur aftur og skal allarhelst til Kosovo saman við Óla Mittún og 14 øðrum í mai (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-15 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Endaspælsplássið hjá kvinnunum kom uppá pláss sunnudagin, og í mai skulu menninir royna at fáa sítt EM-pláss í hús.

Sí eisini: Føroyar verða minsta landið nakrantíð í einum HM-endaspæli

Hóast túsundtals føroyingar longu hava skrivað seg upp til Oslo-túr í januar, og fleiri helst eisini halda, at EM er uppá pláss, so verður tað møguliga neyðugt hjá Føroyum at fáa okkurt stig afturat. Liðið er í løtuni á odda í bólkinum við fimm stigu fyri fýra stigum, men tað er ógvuliga tætt.

Ein torførur útidystur verður í Kosovo, har hvørki Niðurlond ella Ukraina vunnu, 8. mai, og 11. mai verður seinasti dystur í hesari EM-undankappingini, tá Ukraina vitjar.

Hesin dysturin kann verða heilt avgerandi fyri, hvørt Føroyar koma til annað EM-endaspælið á rað á manssíðuni. Um væl vil til, so kann dysturin eisini verða avgerandi fyri, um Føroyar megnar at vinna bólkin. Tað er fullkomiliga útselt til dystin.

Sí eisini: Stórir trupulleikar við søluni - seinastu 400 atgongumerkini fóru í gjár

Fleiri eru tøkir aftur

Royndu menninir Nicholas Satchwell, Peter Krogh og Jónas Gunnarson Djurhuus eru langtíðarskaddir, meðan fýra spælarar nú eru tøkir aftur, í mun til í dystirnar móti Niðurlondum í mars.

Teir eru Vilhelm Poulsen, Kjartan Johansen og Pauli Mittún - allir úr bakketuni - og strikuspælarin Helgi Hildarson Hoydal.

Tað er ivasamt, um allir hesir eru kominir uppá listan aftur. Vilhelm Poulsen er tó profilur í verjuni og hevur verið fyrstaval á høgra bakki seinastu árini.

Onkutíð vera yvir 16 spælarar úttiknir - 16 mans kunnu vera á dómaraseðlanum til hvønn dyst.

Hópurin, sum Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava tikið út, verður kunngjørdur seinni í morgin, mikudagin.

[object Object]
Savnsmynd: Sverri Egholm

Rættað 22.06: Upprunaliga stóð, at hópurin verður úttikin "í dag"; t.v.s týsdagin 15. apríl

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder