Hondbóltur

Stórir trupulleikar við søluni - 400 atgongumerki eftir

Skipanin megnaði ikki at handfara ovurstóra eftirspurningin il Føroyar-Ukraina. Tey umleið 2.000 atgongumerkini, sum vórðu seld í morgun, eru galdandi, meðan lutakast verður um rættin at keypa restina.

- Vit mugu hyggja eftir um skipnanin hjá atgongumerki.fo er nóg góð til eftirspurningin til serliga hesar manslandsdysti og mugu fáa loyst hetta, sigur stjórin í HSF (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit mugu hyggja eftir um skipnanin hjá atgongumerki.fo er nóg góð til eftirspurningin til serliga hesar manslandsdysti og mugu fáa loyst hetta, sigur stjórin í HSF (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-11 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit mugu hyggja eftir um skipnanin hjá atgongumerki.fo er nóg góð til eftirspurningin til serliga hesar manslandsdystir...vit mugu fáa loyst hetta til næstu ferð.

Hetta staðfesti Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, fyri Kringvarpinum fyir lítlari løtu síðani.

HSF hevði bráfund seint fyrrapartin. Hetta í sambandi við at atgongumerkjasølan til seinasta heimadystin hjá manslandsliðum í hesari undankappingini ikki gekst sum ætlað.

Sí eisini: Ov stórur áhugi - heimasíðan krassjaði

Tað var trupult hjá nógvum at sleppa inn, og Hondbóltssambandið staðfestir, at atgongumerkjaskipanin til manslandsdystin Føroyar – Ukraina ikki megnaði at handfara stóra eftirspurningin í morgun og fór niður.

Hetta harmast HSF um, og noyðist man tí at hyggja uppá støðunaframyvir.

Í mun til dystin 11. mai, so vórðu beint yvir 2.000 atgongumerki seld í dag. Hesi eru galdandi, sjálvt um sølan steðgaði. 

- Stóri áhugin gjørdi, at skipanin fóru niður eftir fáar minuttir. Nógv keyp vóru tó avgreidd, og hesi atgongumerki eru enn galdandi. Er peninginur trektur av kortinum og atgongumerki ikki móttikin á telduposti, verða tit biðin um at senda ein teldupost til [email protected].

[object Object]
Høllin við Tjarnir er ov lítil til manslandsdystir í hondbólti - til fyrsta dystin móti Niðurlondum var útselt eftir heilt lítlari løtu. Tað verður ein hørð kapping um at keypa atgongumerki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

400 atgongumerki eru eftir at selja og verður ein serstakur háttur nú nýttur til at selja hesi.

Hondbóltssambandið skrivar, at lutakast verður um, hvør ið kann keypa atongumerki. Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á leinki, sum verður lagt út á síðuna hjá HSF seinni í dag.

Freistin at skriva seg upp er mándagin klokkan 10. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder