Hondbóltur

Ov stórur áhugi: Heimasíðan krassjaði og sølan steðgaði

Tað eydnaðist ikki Hondbóltssambandinum og atgongumerki.fo at fáa søluna til Føroyar-Ukraina at koyra sum ætlað, hóast fleiri fingu keypt atgongumerki. Eitt nýtt tíðspunkt verður ásett á middegi.

Eins og til fyrsta dystin móti Niðurlondum var ovurstórur áhugi fyri at sleppa til Føroyar-Ukraina (Savnsmnd: Jens Kr. Vang)

Eins og til fyrsta dystin móti Niðurlondum var ovurstórur áhugi fyri at sleppa til Føroyar-Ukraina (Savnsmnd: Jens Kr. Vang)

2025-04-11 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10 skuldi atgongumerkjasølan til seinasta dystin í EM-undankappingini hjá monnum byrja, men tað stóð skjótt greitt hjá nógvum, at tað fór at vera trupult.

Heimasíðan Atgongumerki.fo toldi ikki hendan trafikkin, og beint eftir klokkan 10 var neyðugt at ásanna, at síðan var krassjað.

[object Object]

Skíggjamynd klokkan 10.01

Summi sluppu tó inn. Sambært Hondbóltssambandinum fór sølan í gongd men varð hon síðani steðgað.

Neyðugt er at finna eitt nýtt tíðarskeið at seta atgongumerki til spennandi manslandsdystin 11. mai til sølu.

- Heimasíðan hjá atgongumerki.fo er tíverri niðri og er atgongumerkjasølan til Føroyar - Ukraina steðga. Vit koma at venda aftur við nýggjum tíðspunktið, tá sølan fer ígongd. Nærri kunning kemur kl. 12, skrivar HSF fyri lítlari løtu síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder