Fótbóltur

Hørður og HB hava longt samstarvið við tveimum árum

- Eg trívist øgiliga væl í HB. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hetta er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur 27-ára gamli landsliðsmiðverjin, sum er ein royndur maður í føroyskum fótbólti. Hann hevur spælt í HB seinastu trý kappingarárini.

Hørður Askham, saman við Teiti Gestssyni, eftir at at enn eitt HB-steyp er komið í hús (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham, saman við Teiti Gestssyni, eftir at at enn eitt HB-steyp er komið í hús (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-08 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt 196 dystir í Betrideildini og 27 í kappingini um Løgmanssteypið. Tey seinastu trý kappingarárini hevur hann spælt fyri HB, eins og hann gjørdi sum heilt ungur.

Tað var annars í B36 í 2013, at Hørður Askham breyt ígjøgnum í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Árið fyri hevði skjóti og sterki miðverjin, sum tá - eins og í summum førum seinni - eisini varð nýttur á miðvøllinum, verið við til at spælt 07 Vestur upp í bestu deildini. Eftir leiguavtalan var av, gekk skjótt og Hørður spældi fast í 2013, tá B36 endaði við bronsu og evropeiskum plássi, og í 2014 og 2015 tá B36 gjørdist føroyameistari. Í seinnu hálvu í seinna meistaraárinum fekk Hørður tó als ikki spælt, vegna heldur sjálvdsaman vøddaskaða.

[object Object]
Hørður Askham í dysti fyri KÍ móti B36 - hesi liðini umboðaði hann í Betrideildini, áðrenn hann skifti til HB (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2017 og 2018 spældi Hørður Askham fyri KÍ, og fekk millum annað fleri evropeiskar royndir - hann hevur higartil spælt 17 evroepiskar dystir. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar, har Hørður hevur spælt síðani og verið so at siga fastur maður í miðverjuni hjá HB, tá hann hevur verið tøkur.

Fyrsti A-landsdysturin gjørdist ein ring uppliving fyri havnarmanninum. Hørður spældi á høgra bakki í 4-0 ósigrinum á heimavølli fyri Svøríki í september 2019, og eftir ein nærdyst seint í dystinum sleit hann eitt krossband í knænum. Hetta hevði við sær, at verjuleikarin ikki var aftur á besta liðnum hjá HB fyrrenn eitt ár seinni. Harvið náddi hann at vera við til at fáa meistarahúsið í hús og at vinna steypakappingina annað árið á rað. Við teimum steypunum hevur Hørður Askham vunnið fimm í føroyskum fótbólti, og HB fer seinni í mánaðinum at stríðast fyri at fáa fatur á Løgmanssteypinum aftur.

[object Object]Hørður í 1-0 sigrinum hjá HB á Maccabi Haifa í Conference League í august (Mynd: Sverri Egholm)

Í HB til og við 2023 - størri leiklut á landsliðnum
Í dag er tað vorðið greitt, at Hørður eisini verður í reyðum og svørtum í 2022 og 2023. HB hevur á Facebook-síðu sínari gjørt greitt, at sáttmálin er galdandi, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat. 

- Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta staðið fyri meg at vera, sigur Hørður í stuttari viðmerking.

[object Object]
Hørður Askham saman við Kevin Schindler, eftir at nýggi sáttmálin við HB er komin uppá pláss (Mynd: Havnar Bóltfelag) 

Hørður Askham er í løtuni staddur í Malmö við føroyska A-landsliðnum, sum í dag kom uppá pláss í Svøríki, har fyrsti partur av fyrireikingunum til dystin móti Danmark fríggjakvøldið ganga fyri seg. Hann hevur í ár spælt tríggjar A-landsdystir - teir fyrstu síðani dystin móti Svøríki - og at tað Hørður Askham er úttikin seinastu ferðirinar týðir uppá, at landsliðsvenjararnir hava tokka til hann, og at hann er á veg at verða ein meira ella minni fastur partur av hópinum. 

[object Object]
Hørður á høkjum eftir sín fyrsta A-landsdyst (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Í verjustøðu móti Skotlandi 25 mánaðir seinni (Mynd: Jens Kr. Vang)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder