Fótbóltur

Hørður til HB

Hørður Askham hevur í dag gjørt sáttmála við HB.

2018-12-05 10:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hørður Askham, sum seinastu árini hevur spælt í bláum við KÍ skiftir nú í reytt og svart. Tað boðar HB frá fyrrapartin.

24 ára gamli havnamaðurin er uppvaksin í HB, men skifti ungur til B36 og spældi seg upp á besta liðið hjá teimum hvítu og var eisini við til at vinna meistaraheitið.

Higartil hevur Hørður spælt 145 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini og hevur skorað seks mál. Harumframt hevur hann spælt 12 dystir í Løgmanssteypinum, átta í Europa League og tveir í Champions League.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder