Kappingarárið hjá Halli Hanssyni og Horsens er av. Hetta gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá AC Horsens spældi 1-1 javnleik móti OB á heimavølli. Hetta var seinna "hálvfinalan" í Europa League-playoff skipanini, ið er í Superliguni.
AC Horsens vann sín bólk, og OB gjørdist mótsstøðuliðið í strínum 7. plássi og um rættin at vinna sær evropeiskt pláss. Liðini spældu hóskvøldið í Odense, og har vann OB 3-1. Harvið var útgangsstøði ikki gott hjá teimum í gulum og svørtum undan heimadystinum í dag, men eftir ein tíma skoraði verjuleikarin Malte Kiilerich til 1-0. Málið kom í samband við ein deyðbólt.
Sostatt manglaði Horsens bert eitt mál, men tað var ístaðin OB, ið "stongdi hurðina". Eftir ein bóltmiss beint uttanfyri egna brotsteig betaldi Horsens prísin, tí innskifti 21-ára gamli Mikkel Hyllegaard, ið eisini skoraði í dystinum í Odense javnaði til 1-1 og harvið var støðan 4-2 tilsamans.
Hallur Hansson fekk stutt seinni gult kort. Føroyski miðvallarin royndi at ganga á odda í dystinum og hevði onkrar skotroyndir, ið tó ikki eydnaðust væl.
OB skal mikudagin spæla móti FCK ella AGF um seinasta evropeiska plássið.
Fótbóltur
Horsens gjørdist ov stutt til evropeiskt pláss
Hallur og liðfelagarnir taptu samanlagt 4-2 í hálvfinalunum í Europa League-playoff móti OB.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-07-26 15:20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald