Fabian Østigård Ness hevur seinnapartin skrivað undir sáttmála við B36. Avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið, boðar felagið frá.
24 ára gamli norðmaðurin kemur úr IK Start, sum spælir í norsku OBOS-liguni, sum er næstbesta deildin. Árini 2018 til 2022 spældi hann fyri Grorud, sum eisini var í næstbestu deildini.
Hann hevur samanlagt spælt 119 dystir í OBOS-ligaini. 13 teirra hevur hann spælt í ár.
Um nýggja spælaran sigur B36, at hann fyri tað mesta spælt sum vinstri bakkur, men hevur eisini roynst væl sum vongspælari.
Fabian Østigård Ness verður við í ferðalagnum, sum mánakvøldið fer til Lettlands at spæla í Conference League, sigur B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald