Í gjár varð móttøka hildin á rennibreytini í Klaksvík fyri Juliani Gregersen, sum um vikuskiftið vann danska meistaraheitið á 10.000 metra teininum á breyt.
Les eisini: Julian Gregersen er danskur meistari á 10.000 metrum
– Við sigrinum legði Julian enn eitt stórt avrik afturat einari longu røð av úrslitum, sum hava gjørt hann til ein av fremstu langteinarennarunum í Føroyum, og nógv fólk vóru komin at heiðra Juliani, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði Juliani eina gávu frá felagnum og takkaði fyri stóra arbeiðið, sum Julian ger sum íðkari og venjari í felagnum.
Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu bar vegna kommuna eina heilsan til Julian.
Eftir røðurnar vóru øll, sum vóru møtt, boðin til ein kaffimunn, har høvi var at heilsa upp á Julian og ynskja honum tillukku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald