Hondbóltur

Hoyvíkingar svaraðu aftur    

Gott verjuspæl var lykilin, tá H71 í dag basti vestmenningum. Nú er púra opið, hvør røkkur finaluni.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-24 18:16 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað var eitt hamskift H71, sum tók ímóti VÍF í Hoyvíkshøllini í dag. Í mun til mikudagin var stríðsandin ein heilt annar, og úrslitið gjørdist, at H71 vann 28-25. 

Liðini fylgdust allan fyrsta hálvleik. H71 legði seg fram um við einum máli, men sum oftast svaraðu VÍF aftur í næsta álopi, soleiðis at talan allatíð var um ein javnan dyst. Eina løtu førdi H71 við trimum málum, men VÍF bardu seg upp aftur. 

Sí eisini Myndir: H71-VÍF 

Tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, at H71 avgjørdi dystin. Við ógvuliga avgjørdum verjuspæli, megnaðu teir at halda Filip Jojic frá at skora eina løtu. Hóast Filip Jojic at enda skjeyt heili 8 mál, var tað løtuna tá hann ikki skoraði, at H71 vann dystin. Hørður Trygvason í H71 málinum hevði eisini nakrar avgerandi bjargingar, tá VÍF megnaðu at koma til skot. Eina løtu førdi H71 við seks málum. 

At enda við gjørdist dysturin rættiliga spennandi, tá Mladen í VÍF málinum gjørdi nakrar góðar bjargingar, meðan Víf megnaðu at skora. Og tað sá út til at VÍF var við at koma uppá javnt, áðrenn H71 kláraði at steðga gongdini og avgera dystin. 

Mikudagin møtast liðini aftur í Hoyvíkshøllini. Tað er nú púra opið, hvør kemur í finaluna. Um bæði liðini spæla líka væl, sum tey hava víst at tey megna í báðum hálvfinaludystunum, verður talan uttan iva um ein spennandi og góðan hondbóltsdyst.

 

H71 - VÍF: 28-25

Filip Jojic (VÍF) 8 mál. 

Peter Krogh (H71) 8 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder