placeholder
Fótbóltur

Huddersfield yvirhálaði Fulham

Við tapinum í kvøld liggur Fulham aftast í Premier League.

2018-11-05 22:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Huddersfield og Fulham spældi í kvøld botnuppgerð í Premier League, og við 1-0 sigri yvirhálaði Huddersfield Fulham.

Fáir møguleikar vóru í dystinum millum botnliðini. Meðan Huddersfield bert megnaði at raka málið tvær ferðir í dystinum, megnaði Fulham ikki at raka tað.

Einsamalla málið kom eftir ein hálvan tíma, tá Timothy Fosu-Mensah gjørdi sjálvmál.

Við tapinum í kvøld liggur Fulham aftast í deildini, meðan Huddersfield yvirhálaði Fulham og Cardiff og klatraðu upp á 18. pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder