Fótbóltur

Hugin Samuelsen longt við B36

Hugin Samuelsen spældi 24 dystir í Betrideildini farna kappingarár.

2018-11-02 08:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

19 ára gamli miðvallarin hjá B36, Hugin Samuelsen, hevur longt sáttmála sín við havnarfelagið.

B36 skrivar á heimasíðu síni, at Hugin í ár veruliga hevur sligið sítt navn fast í Betrideildini.

Hann hevur leikt eina rúgvu av dystum fyri besta lið hjá B36 og enntá fingið nøkur mál. Hugin spældi við sínum 24 dystum fjórð flestar dystir fyri B36 farna kappingarár, har hann skoraði 4 mál, vísa hagtøl hjá faroesoccer.com.

Eisini er hann komin inn í hitan á U21 landsliðið

Sáttmálin, sum er undirskrivaður í dag, er galdandi til og við kappingarárið 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder