placeholder
Annað

Huh! Nú er vitjunartíð hjá Íslandi

Ísland kann við sigri á Nigeria seinnapartin av álvara nærkast einari HM-áttandapartsfinalu.

Leikarar og fjepparar hjá Íslandi eru til reiðar. HM-dystur nummar tvey hjá grannunum fyri vestan verður seinnapartin, og nógv er uppá spæl. 
(Mynd: EPA)

Leikarar og fjepparar hjá Íslandi eru til reiðar. HM-dystur nummar tvey hjá grannunum fyri vestan verður seinnapartin, og nógv er uppá spæl. (Mynd: EPA)

2018-06-22 10:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir greiða sigurin hjá Kroatia á Argentina í Nizhny Novgorod í gjárkvøldið, so kundu íslendingar og nigerianarar lyfta armarnar nakað. Úrslitið hevur við sær, at Kroatia er víðari úr bólki D, og at Nigeria og Ísland nú hava møguleikan av vinna sær fyrimun í mun til at koma víðari.

Tað er serliga Ísland, sum við sigri í dag veruliga kann melda seg inn í dystin um pláss í áttandapartsfinalunum í Russlandi. Ja, um Ísland vinnur, so sær meira enn heilt fornuftigt út hjá grannunum fyri vestan. Um Ísland fær trý stig, sum als ikki er heilt órealistiskt, so kann Ísland klára seg við einum javnleiki ímóti Kroatia í seinasta dystinum; sjálvt eitt tap kann senda lítla landið víðari.

Nigeria spældi ikki nakran góðan dyst ímóti Kroatia, men um fólkaríka afrikanska landið vinnur á íslendingunum, so er lagnan á egnum hondum undan seinasta dystinum ímóti Argentina.

Tað er sera stórur spenningur í Íslandi; sannur fótbóltsfepur. Kl.16.00 verða so at siga øll íslendsk eygu eygu vend ímóti Volgograd. Tað verða eisini sera nógv í Føroyum, sum fylgja gongdini. Stórskíggja tiltøk eru bæði í Vágsbotni og við Føroya Tele í Klaksvík.

Ein sera javnur og spennandi dystur er í væntu, nú Ísland kann byggja uppá góðu byrjanina. Dysturin kann síggjast hjá KVF, á DR1 og sjálvandi á íslendska RÚV.

  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder