Annað

Hurðin til FM-finalurnar gloppað, eftir at SÍ vann á ÍF 

ÍF-liðið hevur avbjóðingar eftir at sørvingar vunnu greiðan 3-0 sigur í gjárkvøldið.

SÍ í hvítum í hálvfinaluni ímóti Mjølni 12. februar (Mynd: Phil Freere)

SÍ í hvítum í hálvfinaluni ímóti Mjølni 12. februar (Mynd: Phil Freere)

2022-02-22 09:41 Author image
Innsent
placeholder

ÍF, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið flúgvandi og havt beina kós móti FM-finalunum, eftir at hava vunnið tríggjar ferðir á Fleyr og einaferð á Mjølni í minniligum 5-settara, fekk í gjárkvøldið oyruni í maskinuna, tá liðið vitjaði talentfabrikkina í Sørvági, har tað stóð á gomlum nøglum í fyrsta setti. Men tað helt, og SÍ vann loksins 32-30.  

Annað settið var eisini javnt, men aftur var tað SÍ, sum vann; hesaferð 25-23. Í triðja setti vóru fuglfirðingarnir blástir av vøllinum, og SÍ vann so mikið sum 25-10!

Við hesum úrslitinum kom rættiligur spenningur aftur í kappingina um seinna finaluplássið um føroyameistaraheitið, har ÍF nú bara er trý stig framman fyri SÍ. Men treytirnar hjá sørvingum eru harðar, tí helst skulu teir endurtaka bragdið frá mánakvøldinum longu í næsta landskappingardystinum, sum verður ímóti ÍF í Fuglafirði 5. mars.

Fær SÍ tá trý stig, so er púra javnt í stigum, men vinnur ÍF, so veksur munurin aftur til seks stig, og so er Másin helst farin...

Áðrenn avgerandi brakið í Fuglafirði annan leygardag, verður ÍF partur av øðrum braki, sum er komandi leygardag, tá steypafinalan verður millum ÍF og Mjølnir.

Úrslit: SÍ – ÍF 3-0 (32-30, 25-23, 25-10)  

Støðan í Føroya Tele-deildini:
Nr.    Lið  Dystir / Stig
Nr. 1 Mjølnir 11 / 29
Nr. 2 ÍF 12 / 22
Nr. 3 SÍ 11 / 19
Nr. 4 Fleyr 10 / 14
Nr. 5 Ternan 12 / 0
(Hvørt lið spælir 16 dystir – tvey tey ovastu spæla tvær FM-finalur)  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder