Í gjár var móttøka á kommunuskrivstovuni hjá Hvalbiar kommunu í sambandi við at tveir raskir ungdómar úr bygdini vórðu heiðraðir.
Talan var um Brynjar Jacobsen Poulsen og Nóa Thomsen, sum báðir framúrskaraði seg í vikuskiftinum.
Leygarkvøldið fekk Brynjar tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021 av Ítróttasambandi Føroya. Hetta fekk hann fyri tað stóra arbeiði, sum hann gerð fyri Royn, sjálvt um hann ber brek.
Um vikuskiftið gjørdist Nóa Thomsen danmarksmeistari 200 metra í inniróðri í bólkinum U17 við tíðini 00:31.9, sum er hansara besta tíð.
Janus Thomsen, borgarstjóri segði m.a. á hátíðarhaldinum, at tað er stórt fyri eina so lítla kommunu sum Hvalba at hava so dugnaligan ungdóm
Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald