Kappróður

- Hví bjóðar Løgmansskrivstovan ongantíð drotningini niðan í Gundadal at síggja hjørnafløgg og straffisparksplettir?

Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-02-20 09:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var fríggjadagin, at Knørrastuðlar heittu á løgmann um at gera sína ávirkan galdandi, so fyrisitingin á Løgmansskrivstovuni tók avgerðina um at blaka Róðrarfelagið Knørr út úr Evensens pakkhúsi. Eisini er undirskriftainnsavnan farin í gongd.

Nú hevur nevndin í Róðrafelagnum Knørri eisini givið sína meining til kennar.

Orsøkin til, at róðrafelagið er útblakað er, at hølini skulu brúkast til viðabular. Viðabular, sum skulu brúkast í sambandi við umvælingina av Stokkastovu í Tinganesi.

[object Object](Mynd: Birgir Waag Høgnesen) 

Skrivið frá nevndini í Knørri er soljóðandi:

– Um uppsøgnina av Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi, sæð við eygunum á nevndini í Róðrarfelagnum Knørri.

Fríggjadagurin hin fyrsti apríl kann gerast eitt høgg í borðsenda hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tá stendur felagið til at skula noyðast út úr neysti sínum í Evensens pakkhúsi, og í verandi løtu er eingin annar vegur enn at fara á gøtuna og liva sum eitt farumkring.

Løgmansskrivstovan hevur sagt upp leigusáttmálan um neystið. Stokkastovan, sum liggur 100 metrar frá, skal umvælast, og til tað skulu nýtast viðarbular, sum mugu inn í Evensens, tí annars verður ov langt at koyra eftir teimum. Sigur Løgmansskrivstovan. Til dømis er ov langt at koyra yvir á Bursatanga, har vit sum ein møguleika skutu upp at gera eina fyribilsgoymslu til viðarbularnar, meðan Stokkastovan verður gjørd.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Men álvaratos, kundi tú spurt. Løgmansskrivstovan eigur Evensens og kann gera við húsið, sum hon vil. Eitt róðrarfelag kann ikki stilla seg í vegin fyri lóg og rætti.

Nei, tað kann eitt róðrarfelag ikki. Og tað ger Róðrarfelagið Knørrur heldur ikki og fer heldur ongantíð at gera.

Men vit vilja vísa á, at Løgmansskrivstovan og aðrir myndugleikar eiga eina kulturella ábyrgd, ið sum minimum má hevja seg upp um trongdina at koyra stytstu leið eftir viðarbulum.

Øll síni ár í Evensens hevur Róðrarfelagið Knørrur ríkað Tinganes við ungdómi og mentan, og mangan hevur felagið eisini veitt bæði Løgmansskrivstovuni og øðrum myndugleikum ein beina, tá ið tørvur er á at vísa hin føroyski bátin fram.

Her hava verið prinsar og barónar eftir myndugleikanna ynski, og altíð hevur Róðrarfelagið Knørrur tikið væl ímóti og hevur givið sær stundir til teirra.

Í neystinum er eisini mangan so tjúkt av ferðafólki um sumrarnar, at tað sæst ikki at draga, men altíð verða tey møtt við einum smíli og fáa søgur um kappróður og føroyska bátin. Tað skuldi bara mangla.

Tí vit halda eins og Løgmansskrivstovan, at tað liggur eitt dýrabart virði í tí føroyska bátinum. Ikki bara til flottar løtur, men altíð.

Henda ediliga snekkja, sum øll úr hondum gjørd eigur ein so avgerandi lut í okkara tjóðarbygging, at um hon ikki var, so vóru Føroyar við garanti ikki so framkomnar, sum tær eru í dag, og so var so slett og aldeilis eingin løgmansskrivstova.

Men alt hetta veit Løgmansskrivstovan sjálvandi. Har starvast skilafólk, sum eru søguliga at sær komin, og tey vita avbera væl, hvørji virði, ið hin føroyski báturin og aðrar tjóðarognir umboða.

Tí er tað sjálvandi, at Løgmansskrivstovan ongantíð fer niðan í Gundadal at vísa drotningini og øðrum tignargestum síðsta skríggj innan hjørnafløgg og aðrar gundadalsligar severdigheitir. Tá ið drotningin kemur, vil Løgmansskrivstovan sleppa at vísa tað stolta og upprunaliga. Listina, tónleikin, kirkjurnar, katedralarnar, bátarnar og alt tað, sum vit sjálvi skapa fyri at kunna liva í Føroyum og skilja tær.

Eyðvitað var tað tí, at Løgmansskrivstovan heitti á Róðrarfelagið Knørr um at taka ímóti hansara kongligu tign, Fríðriki krúnprinsi við húski, og vísa teimum hin føroyska bátin, tá ið tey vóru her og vitjaðu seinast.

Vit gjørdu tað stolt, og tað eydnaðist væl. Løgmansskrivstovan var glað, tí vit góvu krúnprinsahúskinum eina ektaða føroyska uppliving, og Løgmansskrivstovan fekk ein stjørnu frá krúnprinsinum.

Og enn liggur Róðrarfelagið Knørrur og andar sum ein natúrlig perla mitt í býnum, og býurin andar við. Perlan er ikki polerað og profittmaksimerað á skriviborðum fyri milliónir, men drivin upp úr Havnar vág og fostrað í heitum mannahjørtum.

Slíkt tveitir man ikki burtur fyri nakrar norskar træpinnar.

Tí tann kulturella ábyrgdin hjá Løgmansskrivstovuni eigur at vera størri enn trongdin at koyra stutt eftir træpinnum, serliga tá ið avleiðingin av hesum margháttliga dovinskapi er, at Róðrarfelagið Knørrur, ið sum øll onnur róðrarfeløg er ein dagligur stafetthaldari fyri tann føroyska bátin og tey samfelagsvirðir, sum hann hevur skapt, skal út á gøtuna at sleingjast ímillum konteynarar og presendingar.

Kulturell ábyrgd er eisini galdandi, tá ið kongarnir og prinsessurnar hyggja vekk, og hesa kulturellu ábyrgd eigur Løgmansskrivstovan at vísa.

Fyrsti apríl er lige om hjørnet.

Tíbetur arbeiða skilafólk á Løgmansskrivstovuni, og tá ið hesir sjógvar hava lagt seg, munnu tey fara at greiða málið saman við okkum, so at Róðrarfelagið Knørrur kann vera í Evensens pakkhúsi, inntil felagið um stutta tíð fær sítt egna neyst í Álakeri.

Tað vóna vit. Tað vilja vit. Tað trúgva vit uppá.

Við róðrarkvøðu,
nevndin í Róðrarfelagnum Knørri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder