Fótbóltur

Í dag eru fýra ár síðani roysnið í Piraeus

Fýra ár eru liðin síðani fótbóltsheimurin legði merki til 1-0 sigur hjá Føroyum á Grikkalandi.

Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið í Piraeus (Mynd: EPA)

Jóan Símun Edmundsson skoraði einsamalla málið í Piraeus (Mynd: EPA)

2018-11-14 11:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan landsliðið í dag fyrireika seg til týðandi dystin móti Aserbadjan í Baku leygardagin, kunnu landsliðsleikarar minnast aftur á roysnið í Piraeus í Grikklandi fyri fýra árum síðani.

Í dag eru júst fýra ár liðin síðani fótbóltsheimurin legði merki til góða 1-0 sigurin hjá Føroyum á útivølli móti Grikkalandi.

Fáa mundu verið, sum væntaðu at Føroyar skuldi megnað at fáa nakað stig við sær úr Piraeus, men ístaðin megnaði landsliðið at fáa ein sigur heim við, sum er størsti sigurin síðan Føroyar vann 1-0 á Eysturríki í Landskrona tann 12. september í 1990.

Meðan Torkil Nielsen skoraði einsamalla málið í Landskrona í 61. minutti frammanfyri 1200 áskoðarum, var tað Jóan Símun Edmundsson, sum skoraði einsamalla málið í Piraeus eisini í 61. minutti, men frammanfyri 16.821 áskoðarum.

Næstu dagarnar vóna vit, at tað fer at eydnast okkara monnum at fáa tvey góð úrslit heim við sær aftur, tá Føroyar fyrst spælir móti Aserbadjan í Baku leygarkvøldið, áðrenn Malta er mótstøðuliðið í Ta’Qali týskvøldið.

Keldur: Fótbóltssamband Føroya og Faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder