2019-09-01 12:40
Fríggjadagin tryggjaði miðvingurin, Sverri Sandberg Nielsen sær eitt pláss í finaluni í HM í Eysturríki umframt eitt pláss í OL í Tokyo, sum verður næsta ár.
Les eisini: Sverri hevur róð seg til OL
Sverri Sandberg Nielsen endaði á einum 2. plássi í hálvfinaluni við tíðini 6.52. Hann skal rógva í finaluni í dag klokkan 13.46.
HM-finalan verður, sambært VP, í samstarv við Tórshavnar kommunu víst á stórskíggja á trappuni í Vágsbotni. Byrjað verður klokkan 13.
Til ber at fylgja við her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald