Í dag klokkan 15 verður spakin settur í til rennibreytina í Klaksvík. Klaksvíkingar hava leingi bíða eftir betri umstøður til renningina í kommununi, og loksins verður farið í gongd við at gera rennibreyt.
Umframt rennibreyt, verður eisini ein eyka fótbóltsvøllur gjørdur. Fótbóltsvøllurin verður á stødd við ein vanligan fótbóltsvøll, sum ger, at umstøðurnar rundanum ítróttarøkið í Klaksvík nú gerast betri og rúmligari.
Tað var Kanjón, sum átti lægsta boðið at gera rennibreytina og fótbóltsvøllin. Boðið var á 14,8 mió. kr., og sostatt vann Kanjón útboðið.
Tá kunngjørt varð at Kanjón átti lægsta boðið, var mett, at Vígvøllurin við Másheygg kann takast í nýtslu í seinnu helvt av 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald