Frídagar í januar. Hetta eru seinastu árini vorðið meira vanligt í enskum fótbólti, serliga tí Premier League-feløgini skulu ígjøgnum so nógvar dystir uppundir jól, undir jóltíðini og nakað aftaná.
23. umfar varð liðugt sunnudagin 23. januar, og síðani hevur einki Premier League felag spælt dyst. Nógvir leikarar hava verið á "sólferiu" og batteríni eru løðaði. Liðini hava havt frí frá venjing í eina tíð, men nú verður herjað á aftur - hjá fjúrtan av feløgunum er talan um dyst í fjórða umfari í FA Cup.
Burnley og Watford vóru tvey av teimum seks liðunum í deildini, ið vórðu sligin út í 3. umfari í FA Cup tíðliga í januar. Talan er um tey bæði niðastu liðini í deildini - Burnley hevur tólv stig og Watford, nú við Roy Hodgson sum venjara, hevur tvey stig fleiri men hevur eisini leikt tveir dystir fleiri enn liðið hjá Sean Dyche. Hesi liðini bresta saman á Turf Moor klokkan 18 í annaðkvøld, og talan er um ein lykladyst.
Í FA Cup er eingin stórdystur hetta vikuskifti. Tottenham - Brighton er helst mest spennandi dysturin á pappírinum og er saman við Everton - Brentford og Wolverhampton - Norwich tær Premier League-uppgerðirnar, sum eru. Annars er lagt upp til, at møguleiki er fyri nøkrum stórsigrinum men eisini "FA Cup-gandi"; nógvir stórfavorittar eru, nú 32 lið eru eftir í kappingini.
Manchester United er ein slíkur í kvøld á heimavølli móti Middlesbrough, tá gongd kemur á fjórða umfar í kappingini. Viðvíkjandi Manchester United snýr nógv annað seg um fótbólt í løtuni, orsakað av málinum við Mason Greenwood. 20-ára gamli leikarin, ið er komin ígjøgnum ungdómsdeildina hjá United, hevur verið í brennideplinum síðani sunnudagin, tá myndir og ljóðbrot vórðu løgd út á sosialar miðlar við brúkara hjá fyrrverandi unnustu hansara. Innihaldið var ógvusligt, og løgreglan í Manchester kannar nú Greenwood fyri harðskap, neyðtøku og morðhóttanir mótvegis Harriet Robson.
Greenwood varð handtikin sunnukvøldið, handtøkan varð skjótt longd, men hann varð leyslatin móti veðhaldi mikukvøldið. Maðurin, sum er undir illgruna, sleppur ikki at venja ella spæla fyri Manchester United, og framtíðin hjá honum er á nógvan hátt ivasom. Málið hevur sjálvsagt havt ávirkan í Manchester og í fótbóltsheiminum, og spurningurin er hvussu liðið vísur seg fram á vøllinum í kvøld. Liðið hjá Ragnick er í trupulleikum - Middlesbrough kappast um at koma upp í Premier League aftur.
Fríggjadagin 4. februar
20.00: Manchester United - Middlesbrough
Leygardagin 5. februar
12.30:
Chelsea - Plymouth Argyle
Kidderminster Harriers - West Ham United
15.00:
Crystal Palace - Hartlepool United
Huddersfield Town - Barnsley
Peterborough United - Queens Park Rangers
Stoke City - Wigan Athletic
Manchester City - Fulham
Wolverhampton Wanderers - Norwich City
Southampton - Coventry City
Everton - Brentford
17.30: Cambridge United - Luton Town
20.00: Tottenham Hotspur - Brighton & Hove Albion
Sunnudagin 6. februar
12.00: Liverpool - Cardiff City
16.00: Nottingham Forest - Leicester City, 4pm
18.30: AFC Bournemouth - Boreham Wood
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald