Fótbóltur

Í kvøld koma Danmark og Ongland inn í kappingina

Bresta saman við ávikavist Slovenia (kl. 17) og Serbia (kl. 20). Dagsins fyrsti dystur er millum Niðurlond og Pólland (kl. 14).

Kane og Ongland vóru omaná í EM-hálvfinaluni á Wembley í 2021, tá Danmark bjóðaðu av, men heimaliðið var omaná (Mynd: EPA)

Kane og Ongland vóru omaná í EM-hálvfinaluni á Wembley í 2021, tá Danmark bjóðaðu av, men heimaliðið var omaná (Mynd: EPA)

2024-06-16 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er dagur trý í EM-endaspælinum í Týsklandi, og tvey lið, ið fylla ógvuliga nógv um okkara leiðir, skulu nú í gongd.

Fleiri føroyingar halda við Danmark ella Onglandi, og bæði eru í bólki C, har fyrsta umfar er á skránni í kvøld.

EM 2024 - Bólkur C:
Sunnudagin 16.06
17.00: Slovenia - Danmark
20.00: Serbia - Ongland

Báðir dystirnir verða vístir í Kringvarpinum og á DR1

Slovenia er mótsstøðuliðið hjá Danmark í Stuttgart. Talan er um eitt land, sum ikki hevur vunnið á dønum fyrr. Liðini vóru í sama undankappingarbólki í fjør - Danmark vann tann í Parkini, og dysturin í Slovenia endaði við javnleiki.

Nógvar atfinningar hava verið móti danska liðnum, sum tó vísti góðar taktir móti Noreg og Svøríki í venjingardystunum í Parkini tíðliga í mánaðinum. Kasper Hjulmand hevur sínar greiðu ætlanir, og stórur spenningur er í Danmark undan dystinum í kvøld, ið so at siga skal vinnast. Hjá Slovenia er tað serliga Benjamin Sesko úr RB Leipzig, ið skal sláa til.

[object Object]
Christian Eiksen spældi væl í seinastu venjingardystunum. Hann small um í fyrsta EM-dystinum í 2021. Southgate og Ongland koppaðu tá Danmark í hálvfinaluni - nú skal fótbóltsins móðurland taka senasta fetið móti gullinum (Mynd: EPA)

Ongland vann á Danmark í hálvfinaluni fyri trimum árum síðani men tapti síðani EM-finaluna á heimavølli. At náa finaluni aftur er avgjørt eitt mál hjá Onglandi, ið hevur eina rúgvu av álopskendum profilum sum Bellingham, Kane, Foden og Saka.

Fer tað at koma heim ella ikki? Tað verða vit møguliga klókari um eftir dystin móti Serbia í kvøld. Southgate skal fáa brikkarnir at hanga saman - tað er altíð eitt ávist trýst á onglendingum áðrenn endaspøl, og tað er ikki øðrvísi í 2024, nú liðið er millum heilt stóru favorittarnar.

Fyrsti dysturin í dag byrjar klokkan 14 í Hamburg. Har bresta hollendingar saman við Póllandi, ið Føroyar vóru í bólki saman við í undankappingini í fjør. Har vann Pólland báðar dystirnar 2-0 - í dag vantar stóra stjørna Robert Lewandowski. Hann er skaddur, og Niðurlond eru í leiklutinum sum stórur favorittur.

Bólkur D: 
Sunnudagin 16.06
14.00: Pólland - Niðurlond

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder