
B36 hevur í kvøld góð tíðindi at bera:
Fyrireikingarnar hjá B36 til Europa League halda fram eftir ætlan
- Sum kunnugt varð ein í leiðarahópinum hjá felagnum testaður positivur fyri koronu. Tí bleiv allur hópurin kring Betri-liðnum hjá felagnum testaður aftur í dag, og tíbetur vóru ikki fleiri tilburðir staðfestir. Allur hópurin var í sjálvbodnum sóttarhaldi, til eitt svar uppá testina í dag var greitt.
- Vit hava samskift við landslæknan aftur í kvøld, og niðurstøðan hjá landslæknanum var, at umstøðurnar kring tilburðin vóru av tílíkum slag, at hópurin ikki er settur í sóttarhald.
- Vit kunnu tí halda fram við fyrireikingunum til EL-dyst okkara, og felagið fer at testa allar spælararnar aftur fríggjadagin og mánadagin. Fyri at binda um heilan fingur, verður eingin venjing, fyrr enn vit hava fingið svar upp á testirnar, sum verða tiknir fríggjamorgunin.
Hetta skrivar B36 á heimasíðu sínari, har gjørt verður greitt, at tamarhald er á støðuni, men at fyrvarni verður tikið, og allir í hópinum skulu kannast tvær ferðir afturat.
B36 skuldi í kvøld spæla á Skála í 16. umfari í Betrideildini, men eftir at ein í leiðarahópinum hjá felagnum testaður positivur fyri koronu í gjár, varð dysturin útsettur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald