Føroysku hondbóltskvinnurnar vóru væl við í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti Rumenia. Okkara kvinnur komu afturút við seks málum áðrenn tær fingu skil upp á spælið, og tá fór at ganga væl. Í hálvleikinum var bara eitt mál á muni, 15-14.
Men í seinna hálvleiki dragnaðu okkara kvinnur nakað, og høvdu trupult at fáa mál. Av tí at Føroya bara fingu fimm mál í seinna hálvleiki gjørdist munurin heldur stórur, og vit taptu við sjey málum, 26-19.
Eitt heiðurligt úrslit ímóti Rumenia.
- Hetta var ein torførur dystur at spæla, og ímóti einum av teimum bestu liðunum í heiminum. Men eg haldi vit megnaðu uppgávuna rættiliga væl hóast seinni hálvleikur ikki gekk sum vit ætlaðu, segði Turið Arge Samuelsen eftir dystin.
Sunnudagin fer A-landsliðið hjá kvinnum aftur í eldin, tá Danmark er á vitjan í Høllini á Hálsi.
Rumenia - Føroyar 26-19 (15-14)
Dystargongdin:
5 min 4-1
10 min 8-3
15 min 10-6
20 min 11-9
25 min 15-11
30 min 15-14
35 min 17-14
40 min 19-16
45 min 20-16
50 min 22-18
55 min 24-19
60 min 26-19
Málskjúttar:
Jana Mittún 4
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Turið Arge Samuelsen 4
Pernille Brandenborg 3
Ninna Katrin Johansen 2
Súna Krossteig Hansen 1
Marianna Geirsdóttir Eystberg
Málverjar
Annika Fríðheim Petersen 11 bjargingar
Rakul Wardum 2 bjargingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald