Fótbóltur

Innrás av hermonnum

Trygdin í hásæti á Baku Olympic Stadium.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-11-17 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Baku, Aserbadjan (Portalurin) - Tað verður eftir øllum at døma ikki spart upp á trygdina á Baku Olympic Stadium. Nú góðar tveir tímar undan Aserbadjan-Føroyar dystinum streymaðu vaktarfólk í herbúna og vesti.

So smátt vóru vaktarfólkini staðsett allan vegin kring vøllin á stóra leikvøllinum í Baku. Hendan innrásin av vaktarfólk byrjaði, beint sum føroysku miðlarnir komu á miðlaplássini høgt yvir snøgga og at kalla perfekta grasinum. Tað er ilt at siga, hvussu nógvir hermenn eru kring vøllin, men tað eru í mesta lagi tveir metrar í millum hvønn, sum stendur á vakt.

Trygdin er generelt sera høgt raðfest í Baku, og til eitt slíkt tiltak har yvir 20.000 fólk eru til staðar, vísur herurin at teir eru til reiðar. Tað hava fyrri verið viðurskifti, ið hava hótt trygdina á leikvøllinum frá 2015. Fyrr í dag var eisini bumbutjekk, har hermenn og ein rúgva av sjefarahundum vóru kannaðu hvørt setur á leikvøllinum.

Dysturin millum Aserbadjan og Føroyar byrjar klokkan 17. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir beinleiðis frá dystinum.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder