Hondbóltur

Innsavningin til hondbóltin komin upp á 80.000 krónur

Átta fyritøkur hava higartil valt at stuðla landsliðsarbeiðinum hjá HSF við 10.000 krónur hvør. Ætlanin er at savna eina millión.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-04 14:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var í gjár, at fyritøkur byrjaðu at savna pening til Hondbóltssambandið, sum áðrenn tann 15. juli skal boða frá, um landsliðið hjá monnum skal luttaka í HM-undankappingini.

Ætlanin var, at løgtingið skuldi játta pengarnar, sum skuldu dekka meirkostnaðin hjá Hondbóltssambandinum av, at heimadystirnir hava verið leiktir í Danmark. Hetta hendi tó ikki, tí løgtingið fór í summarfrí áðrenn tað kundi vera avgreitt. Sostatt stendur HSF og vantar eina millión um landsliðsarbeiðið ikki skal skerjast.

Higartil hava átta fyritøkur boðað frá, at tær stuðla við 10.000 krónum hvør. Fleiri eru á veg eisini, og sostatt eru vit uppi á 80.000 krónum.

Fyritøkur, sum higartil hava sagt, at tær vilja stuðla eru hesar:
Fishfacts
Thor
Portal.fo
Sandoy Seafood
KBI
Wenzel
62n
Vónin

Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected], so dagføra vit listan.

(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder