Fótbóltur

Ísland fór við øllum av Svangaskarði

Ísland vann báðar dystirnar, tá føroysku U15-landsliðini við gentum og dreingjum møttu U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði týsdagin.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-08-16 23:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Tað endaði við 4-0 og 5-1 sigrum til Ísland, tá fyrst U15-dreingirnir, og síðan U15-genturnar hjá Føroyum fingu møguleikan at royna seg móti U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði á Toftum týsdagin.

Føroyski málskjúttin á Svangaskarði hendan dagin var Ró Reginsdóttir, tá hon tók íslendsku verjuna á bóli, og fekk takklað bóltin í netið. Eitt gott mál, sum vísti viljan og stríðsandan hjá føroyska liðnum.

Hósdagin 18. august møtast liðini aftur á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara genturnar á vøllin, og klokkan 17:30 spæla dreingirnir.

Venjingardystirnar hjá gentunum eru fyrst og fremst fyrireiking til Baltic Cup 2022, sum verður í Lettlandi í komandi viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder